Fótbóltur

Fyribils venjarin hjá Danmark hevur fingið strongdareyðkenni

Lars Knudsen, sum hevur havt ábyrgd av deyðbóltum í ár, skal saman við Daniel Agger standa á odda næstu dystirnar. Royndir spælarar eru eisini givnir á landsliðnum.

47-ára gamli danin hevur ikki nógvar royndir sum høvuðsvenjari. Nú skal Lars Knudsen av álvara royna seg (Mynd: EPA)

47-ára gamli danin hevur ikki nógvar royndir sum høvuðsvenjari. Nú skal Lars Knudsen av álvara royna seg (Mynd: EPA)

2024-08-27 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nýggjar tíðir á danska manslandsliðnum. Eftir EM-endaspælið í Týsklandi í sam, har Danmark ongan dyst vann, gavst Kasper Hjulmand.

Í fyrstuni varð hann ógvuliga væl lýddur og fekk heiðurin sum ársins leiðari í Danmark í 2021, eftir at liðið hevði reist seg eftir skelkandi tilburðin við Christian Eriksen í Parkini og var nær við at koma í EM-finaluna.

Síðani vánaliga avrikið til HM-endaspælið í 2022 hava Hjulmand og hansara menn tó fingið eina rúgvu av atfinningum - serliga venjarin sjálvur - og nú verður nýggjur høvuðsmaður á síðulinjuni.

[object Object]
Kasper Hjulmand og Morten Wieghorst undir EM-endaspælinum í summar. Fyrrverandi hjálparvernjarin varð settur sum fyribils høvuðsvenjari, eftir at Hjulmand segði seg úr starvi (Mynd: EPA)

Tað verður tó ikki Morten Wieghorst í fyrstu syftu. Fyrrverandi hjálparvenjarin hjá Hjulmand hevur annars avtalu við DBU um at vera fyribils venjari restina av árinum, men í gjáramorgunin varð fráboðað, at 53-ára gamli Wieghorst hevur fingið "smærri strongdareyðkenni" og er sjúkrameldaður.

- Eftir gjølla umhugsan havi eg tíverri verið noyddi at melda frá til teir báðar komandi Nations League-dystirnar, orsakað av sjúku. Tað hevur verið ein ógvuliga trupul avgerð, tí eg havi sæð fram til at standa á odda fyri liðnum og menna nýggju tankarnar víðari. Við atliti til liðið havi eg givið avboð. Eg eri vísur í, at Lars og Daniel, saman við restini at toyminum og liðnum, fara at fáa tveir góðar dystir, og so gleði eg meg til at verða aftur.  

Hetta sigur Morten Wieghorst við heimasíðuna hjá danska fótbóltssambandinum. Fyribils avloysarin hjá fyribils høvuðsvenjaranum er ikki eins kendur.

[object Object]Morten Wieghorst saman við nýggja danska liðformanninum, Pierre-Emile Højbjerg, undir EM-endaspælinum (Mynd: EPA) 

Ókendir venjari tekur við

Lars Knudsen hevur tilknýti til DBU. Í 2024 hevur hann verið sonevndur "deyðbóltsvenjari" hjá Danmark. Áður hevur hann verið høvuðsvenjari hjá U16-landsliðnum og U20-landsliðnum við monnum.

Annars hevur 47-ára gamli danin ikki nógvar royndir sum høvuðsvenjari. Lars Knudsen hevur arbeitt fyri Leicester og manslandsliðið hjá USA sum "tekniskur venjari" og hjálparvenjari hjá AaB og FC Midtjyllandi - síðstnevnda í longri tíð. Í løtuni er hann í venjaratoyminum hjá Augsburg í Bundesliguni.

Til Nations League-dystirnar í Parkini móti Sveis (5. september) og Serbia (8. september) hava Lars Knudsen og Daniel Agger ábyrgdina. Fyrrverandi verjuspælarin er settur sum hjálparvenjari fyri restina av 2024.

[object Object]Lars Knudsen, Peter Møller (fótbóltsstjóri í DBU) og Daniel Agger á tíðindafundinum í gjár (Mynd: EPA)

Nýggjur liðformaður 

Tveir av teimum heilt royndu donsku landsliðsspælarunum hava seinastu dagarnar boða frá, at teir gevast í landsliðshøpi.

Annar er 32-ára gamli miðvallarin Thomas Delaney (81 landsdystir), sum júst er vendir aftur til barndómsfelagið FCK.

Hin er 35-ára gamli miðverjin Simon Kjær (132 landsdystir), sum eina tíð hevði metið fryi talið av landsdystum. Kjær hevur verið liðformaður seinastu sjey árini.

Tað varð eisini kunngjørt í gjár, at 29-ára gamli Pierre-Emile Højbjerg (81 landsdystir) verður at síggja við liðskiparabandinum fast framyvir. Ídni sentrali miðvallarin hevur verið varaliðformaður seinastu tíðina og var millum annað liðformaður, tá hann skoraði móti Føroyum í venjingardysti í Brøndby í mars.

[object Object]
Højbjerg eftir at hann hevur revsað stórt føroyskt mistak í venjingardysti (Myndir: EPA)

[object Object]Simon Kjær hevur takkað fyri seg í landsliðshøpi. Hann spældi als ikki undir EM-endaspælinum (Mynd: EPA)

Hópurin til fyrstu Nations League-dystirnar hjá Danmark varð kunngjørdur í dag. Har er framvegis eingin Superliga-spælari við, nakað sum Hjulmand fekk nógvar atfinningar fyri ikki at hava, men fleiri úr EM-hópinum eru úti hesaferð.

Umframt teir givnu, eru Rasmus Højlund og Joakim Mæhle skaddir, meðan nakrir eru frávaldir.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder