- Týskvøldið er møguleiki at hoyra ein ein kveikjandi fyrilestur við Sáru Mariu, sum hevur drúgvar royndir innan ítrótt, bæði sum íðkari og sum venjari.
Soleiðis skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari.
Sára Maria Johansen fer í VB-húsinum at greiða frá um sína ferð til OL; hennara motívatión og hugsunarhátt. Um hvussu man røkkur sínum málum, heldur fast og finnur drívmegina, sjálvt um tað er trupult.
Sára kemur eisini inn á, hvussu tað kann eydnast at skapa góðar karmar - bæði fyri elituna og breiddarhópin í smáum feløgum.
Tað var í summar, at 24-ára gamla froðbiarkvinnan róði í danska áttaranum til OL í París.
Sára Maria Johansen sæst fremst í danska scullaranum
Sára Maria Johansen hevur tveir fyrilestrar í kvøld, 15. oktober. Fyrri fyrilesturin er ætlaður nevnd og venjarum í ítróttarfeløgum, hann byrjar klokkan 18.30, og tann seinni er fyri øll.
Almennur fyrilesturin í VB-húsinum á Eiðinum byrjar klokkan 20.00. Hann er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald