Tveir útidystir móti Noreg og Svøríki eru fyri framman hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti, og í morgun fór hópurin til Keypmannahavnar, har fyrireikingar verða til hósdagin, tá kósin verður sett móti Oslo.
Í Oslo bíðar fríggjakvøldið okkum sterk mótstøða frá norðmonnum sum vunnu 2-0 móti okkum á Tórsvølli í juni mánað. Mánakvøldið verður eisini sterk mótstøða tá vit hitta Svøríki á Friends Arena í Stokkholm. Svøríki vann 4-0 á Tórsvølli í september.
Hetta verða seinastu dystirnir í hesari undankappingini, og samstundis eisini teir seinastu hjá venjarunum Lars Olsen og Jóannes Jakobsen.
Venjingin í dag verður seinnapartin klokkan 13:30 á Sundby Idrætspark.
Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (Ísland)
Kristian Joensen, KÍ
Teitur Matras Gestsson, HB
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Hamarkameratene (Norra)
Andrias Høgnason Eriksen, B36
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (Danmark)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Norra)
Magnus Egilsson, HB
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Norra)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Árni Frederiksberg, B36
Gilli Rólantsson Sørensen, Brann SK (Norra)
Brandur Hendriksson Olsen, FH (Ísland)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald