Fótbóltur

Fyrru hálvfinalurnar: H71 á veg í báðar finalurnar

Kvinnurnar vunnu við átta málum á Hálsi móti Neistanum - menninir vunnu við níggju málum í Vestmanna. Í hinum báðum hálvfinalunum er púra opið, eftir at munurin í dag bert varð eitt mál.

Peter Krogh skoraði átta ferðir í Vestmanna í dag, tá hoyvíkingar vunnu við heili níggju málum. Harvið eru teir ávegis í sína triðju finalu á rað - teir vunnu í bæði 2020 og 2019 (Savnsmynd - Sverri Egholm)

Peter Krogh skoraði átta ferðir í Vestmanna í dag, tá hoyvíkingar vunnu við heili níggju málum. Harvið eru teir ávegis í sína triðju finalu á rað - teir vunnu í bæði 2020 og 2019 (Savnsmynd - Sverri Egholm)

2022-02-06 22:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra hálvfinalurnar - tær fyrru hjá bæði kvinnum og monnum - eru spældar í dag.

Lagt varð út og endað í Høllini á Hálsi við hálvfinalum hjá kvinnum. Hoyvíkskvinnur vóru greitt omaná móti Neistanum. Við sannførandi spæli var 2-6 eftir ellivu minuttir, og hóast tær í bláum høvdu eina góða løtu í hálvleikinum, so gjørdist tað ikki talan um ein javnan dyst. Í løtum í seinna hálvleiki fór munurin uppum tíggju mál, tá ósigraða liðið úr Hoyvík gjørdi bart, og hóast Neistin fekk minkað nakað um munin, so er H71 ávegis í steypafinaluna triðja árið á rað.

Munurin gjørdist at enda átta mál. Maria Halsdóttir Weyhe vísti vegin og skoraði tíggju ferðir. Jana Mittún gjørdi sjey mál; áhugavert var at Marita Mortensen var aftur at síggjá á vølli fyri H71. Eftir eina tíð í Danmark er hon aftur í barndómsfelagnum.

[object Object]
Maria Halsdóttir Weyhe er flúgvandi fyri tíðina - í dag skoraði hon tíggju ferðir


[object Object]
Marita Mortensen spælir aftur fyri H71 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað var munandi javnari, tá Kyndil og Stjørnan brustu saman í kvøld. Stjørnan gjørdi, eins og áður í ár: Var væl við í øllum dystinum móti einaum av ovastu liðunum og eisini á sigurskós, men tað rakk akkurat ikki til sigur. Tó er alt púra opið undan seinna dystinum, sum verður í Klaksvík um eina viku, eftir 23-22 í kvøld.

Heimaliðið var líka omaná fyrstu løtuna - serliga tí Stjørnan hevði so trupult við at skora. Tá útiliðið spældu seg ígjøgnum var Nicoline Poulsen Kirk í málinum fleiri ferðir fyri. Tó fekst álopsspælið hjá teinum í grønum ikki heilt á glið, og við hugsavnaðum og sterkum verjuspæli megnaði Stjørnan at tálma Turið Arge Samuelsen ígjøgnum dystin. Greiði toppskjúttin í landskappingini í ár hevði nógvar góðar atgerðir, men skoraði ikki fleiri enn trý mál hesuferð.

Stjørnan stakk seg frammum nakrar ferðir móti endanum av hálvleikinum, men ongantíð við meira enn einum máli. Í steðginum var javnleikur. Eina løtu í seinna hálvleiki hevði heimaliðið ein málturk, og uppá ellivu minuttir - frá málinum til 15-13 í minutti átta til 17-18 í 19. minutti, skoraði Kyndil bert einaferð. Harvið tók Stjørnan meira yvir, og hesa løtuna var verjan stinn og Teresa Ejdesgaard eyðsýnd í málinum. Men tað var framvegis javnt, og Nicoline var millum annað góð uppá brotskøst. Tað var serliga Tóra Eliasen, ið gjørdi bart í álopspartinum hjá Stjørnuni, og tá tveir minuttir vóru eftir legði hon Stjørnuna á odda við einum. Men Kyndil svaraði aftur,og javnsetti toppskjúttin Anja Eliasen avgjørdi dystinum við góðum skoti. 

[object Object]
Tóra Eliasen varð toppskjútti í dystinum og fyri Stjørnuna - Bára Krossteig Hansen gjørdist javnsettur toppskjútti hjá Kyndli, ið vann við einum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi-kappingini: 
Sunnudagur 6. feb

Kvinnur

Neistin – H71 23-31 (10-16)


Toppskjúttar: Maria Halsdóttir Weyhe 10 mál, Jana Mittún 7 mál - Maria Pálsdóttir Nólsoy 6 mál

Kyndil – Stjørnan 23-22 (10-10)

Toppskjúttar: Tóra Eliasen 7 mál, Anja Eliasen og Bára Krossteig Hansen 6 mál

Seinnu hálvfinalurnar:
Mikudagin 9. feburar kl. 19: H71 - Neistin 
Sunnudagin 13. februar kl. 14: Stjørnan - Kyndil

Tað sá ikki út til at fara at gerast so stórur spenningur í fyrr hálvfinaluni millum Neistan og KÍF. Kollfirðingar vóru greitt omaná frá 12. minutti í fyrra hálvleiki til 12 minutt í seinna hálvleiki, har teir veruliga fingu sítt spæla at koyra og samstundis hildu heimaliðnum væl. Støðan var 23-15, tá Neistin kom betri í gongd, og næstu tíggju minuttirnar skoraðu teir slett ikki, og restina av dystinum skoraði KÍF bert tríggjar ferðir.

Talan var um tvey umráðandi mál seinastu tríggjar minuttirnar. Tey syrgdu fyri, at liðið hjá Juliani Johnson fór avstað við einum eitt-máls sigri. Neistin stríddi seg væl innaftur í dystin, og alt er opið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður í Kollafirði leygardagin.

[object Object]
Neistin var í steypafinaluni í fjør, og teir í bláum stríddist væl í dag fyri at halda fast í realistisku vónina um eina endurtøku (Mynd: Sverri Egholm)

Í hinari hálvfinaluni hjá monnum er spenningurin so at siga farin úr. Vestmenningar royndu at hanga í, men tað var eyðsæð at útiliðið hevði ov lætt við at spæla seg til opnar møguleikar og góð mál. H71 hevur nógvar streingir at spæla í álopsspartinum, og málini vórðu væl býtt út í dag millum Mittún-brøðurnar, Janus Dam Djurhuus, Djóna Gaard Joensen, ið var tryggur í øllum sínum brotskøstum uttan einum, o.s.fr. Peter Krogh gjørdist tó heilt stóri leikarin í álop og verju - landsliðsleikarin skoraði átta ferðir í Vestmanna. 

Hjá VÍF gekk eitt sindur meira striltið, og tað var millum annað tí, at Filip Jojic ikki slapp til nógv. Hann skoraði tríggjar ferðir. Nakrar ferðir fór VÍF í sjey ímóti seks, og samanlagt fingu teir í gulum og bláum nógv flott mál - Hanus Christophersen skoraði sjey ferðir - men tað var bara ikki nóg mikið. Fleiri ferðir í seinna hálvleiki kom munurin uppá seks mál, og síðstu tríggjar minuttirnar vunnu vælleikandi hoyvíkingarnir 1-4. Harvið skulu teir "bert" gera arbeiði liðugt næsta sunnudag, og so kunnu teir í finaluni verja steypið, sum teir hava vunnið tvey tey seinastu árini.


Menn

Neistin – KÍF 25-26 (11-17)

Toppskjúttar: Morten N. Kristensen 7 mál, Agúst Oskarsson 6 mál



VÍF – H71 24-33 (12-16)


Toppskjúttar: Peter Krogh 8 mál, Hanus Christophersen 7 mál


Seinnu hálvfinalurnar:
Leygardagin 12. februar kl. 18: KÍF - Neistin
Sunnudagin 13. februar kl. 16: H71 - VÍF


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder