Nú eru bert fýra lið eftir í stríðnum um steypið, og í dag fáa vit møguliga góðar ábendingar um, hvørji finaluliðini verða
Fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum
Sunnudagin 07.02
15.00: StÍF - H71
18.00: Neistin - Kyndil
StÍF hevur seinastu árini verið millum niðastu liðini í landskappingini og hevur ikki megnað at komið víðari í steypakappingini. Í ár er øðrvísi, og StÍF vann fyri beint yvir einum mánaði síðani geitt á steypavinnarunum, sum í dag vitja aftur á Skála. H71 hevði knívin á barkanum undan seinasta dystinum í bólkaspælinum men endaði við at vinna bólkin. Hoyvíkskvinnur skulu í dag serliga royna at støðga toppskjúttanum í føroyskum kvinnuhondbólti. Haruka Gima hevur veruliga gjørt um seg. StÍF hevur eisini styrkt seg við landsliðsleikaranum, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen. Hon er tó ikki tøk í dag, tí vongurin spældi ein dyst í Danmark fyri Herning-Ikast Håndbold fyri beint undir einum mánaða seinni, og tað skulu ganga í minsta lagi 30 dagar, til hon er tøk fyri sítt nýggja felag. Lív Poulsen verður tó við til seinnu hálvfinaluna.
StÍF og Kyndil kunnu hittast í finaluni (Mynd: Sverri Egholm)
Av tí at Neistin tapti fyri H71 í seinastu viku, eru tvær uppgerðir móti grønu grannunum á skránni. Kyndil er oddalið í SMS-deildini og hevur vunnið báðar dystirnar í ár móti Neistanum við fýra málum. Kyndil var ikki í finaluni í fjør - eftir trý ár á rað sum annað finaluliðið - og tí er svongdin helst stór í kyndilsleguni. Tað er hon eisini hjá teimum blákløddu, sum ikki hava spælt finalu síðani 2017, tá Kyndil vann finaluna. Uppgerðirnar millum grannarnar eru ofta merktar av nógvum fysiskum spæli og spenningini, og soleiðis kann tað eisini verða í kvøld.
Báðir dystirnir kunnu síggjast á live.hsf.fo, og beinleiðis frásøgn verður á FM1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald