Fótbóltur

Fyrrverandi KÍ-áleypari skal nú skjóta mál í bestu norsku deildini

27-ára gamli Ole Erik Midtskogen hevur í eitt og hálvt spælt í triðbestu norsku deildini. Nú hevur fyrrverandi felagið hjá Gilla Rólantssyni, Odds BK, gjørt sáttmála við ársins leikara hjá KÍ fyri 2020.

Ole Erik Midtskogen í 6-1 dystinum móti Dinamo Tblisi har hann spældi frálíka væl (Mynd: Sverri Egholm)

Ole Erik Midtskogen í 6-1 dystinum móti Dinamo Tblisi har hann spældi frálíka væl (Mynd: Sverri Egholm)

2023-01-04 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann gjørdi vart við seg í føroyskum fótbólti og í evropeiskum kappingum í 2020. So nógv at írska Dundalk, ið stóri áleyparin skoraði ímóti í Europea League Playoff- umfarinum í Dublin, tryggjaði sær Ole Erik Midtskogen til kappingarárið 2021. 

Norðmaðurin var í Írlandi í áleið eitt hálvt ár, áðrenn kósin varð sett aftur móti Noregi. Har hevur Ole Erik spælt fyri Kjelsås Fotball í triðbestu deildini, samstundis sum hann hevur tikið útbúgving. Í Oslo-felagnum hevur høgi maðurin verið ógvuliga vældámdur - hann hevur eisini skorað 30 mál í 46 dystum fyri felagið - men nú verður sagt farvæl við Midtskogen, ið skal spæla á væl hægri stigi.

Í dag verður boðað frá, at Kjelsås og Odds Ballklubb eru vorðin samd um ein príss, og odd.no skrivar, at Ole Erik Midtskogen hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við felagið, og tað verður fegnast um: 

- Vit eru glað fyri at hava skrivað undir við Ole Erik Midtskogen; ein spælari sum hevur víst stóra framgongd ígjøgnum sína yrkisleið. Vit halda, at hann kann vera ein umráðandi brikkur fyri okkum í komandi kappingarári, og eitt slag av spælara sum er heilt serligur, í mun til aðrar álopsspælarar, sum vit hava í felagnum. So nú gleða vit okkum at síggja hann í Odds-búnanum. 

[object Object]
27-ára gamli Midtskogen avdúkaður sum Odds-leikari (Mynd: Odds BK)

[object Object]
Ole Erik skoraði til 2-1 í 3-1 tapinum hjá KÍ fyri Dundalk (Mynd: EPA)

Hetta sigur Morten Rønningen, ítróttastjóri hjá Odds. Gilli Rólantsson Sørensen spældi í 2022 við felagnum, men tvøramaðurin valdi ikki at halda fram, hóast hann hevði møguleika fyri tí.

Odds endaði á 5. plássi í Eliteserien í 2022 og hevur í vetur leitað eftir nýggjum áleypara. Sum skilst hevur millum annað Jóan Símun Edmundsson verið uppá tal. 

Ole Erik Midtskogen var 24 ár, tá hann kom til Føroya. Hann gjørdi vart við seg í 2020 við sínum stóra fysikki men eisini teknisku gávum: At halda fast í bóltinum á lítlum økjum. Ole Erik var harvið ein heilt góð spælstøð hjá KÍ, men høgi maðurin hevði eisini ferð, ið veruliga kom til sjóndar í evripeisku dystunum, tá betur pláss var hjá KÍ. Hann skoraði sum nevnt eitt flott mál í Dublin og spældi ein framúr dyst í 6-1 sigrinum á Dinamo Tbilisi á Tórsvølli, hóast hann ikki skoraði. Samanlagt spældi Ole Erik Midtskogen 30 dystir fyri KÍ og skoraði tíggju mál. Eftir kappingarárið varð hann valdur til ársins spælara hjá liðnum.

Tað verður fyrstu ferð, at Ole Erik skal royna seg í bestu norsku deildini.

[object Object]
Midtskogen í eyðkendum stíli fyri KÍ - trýstur men heldur fast í bóltinum (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder