Fótbóltur

Fyrrverandi KÍ-leikari ákærdur fyri misnýtslu av børnum

Danski fótbóltsmiðilin Bold hevur fingið innlit í ákæruritið móti Patrick da Silva.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-26 15:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Patrick Da Silva er ákærdur fyri fleiri brot á revsilógina fyri at hava gjørt seg inn á børn.

Tað er danski fótbóltsmiðilin Bold, sum hevur fingið innlit í ákæruritið móti 30 ára fótbóltsspælaranum, sum spældi við KÍ frá januar 2022 til oktober 2024.

Ákæran snýr seg um neyðtøku á annan hátt enn við kynsligari samlegu, fyri at hava deilt barnapornografiskt tilfar, og fyri at hava roynt at lokka 15 ára gamalt barn at hava samlegu fyri eitt gjald, barnalokking og blúnisbrot.

Hetta skal hava verið móti einari 12 ára gamlari og einari 15 ára gamlari gentu. Harumframt er hann ákærdur fyri barnalokking av minst 12 gentum í aldrinum 9 til 14 ár.

Grovasti parturin av ákæruni, sum snýr seg um neyðtøku á annan kynsligan hátt enn samlegu, hevur ein revsikarm upp í átta ár.

Tað var í oktober 2024, at Patrick da Silva, sum tá framvegis hevði sáttmála við KÍ, var varðhaldsfonglsaður í fýra vikur, skuldsettur fyri at hava framt kynslig brotsverk. KÍ sleit tá sáttmálan við 30 ára gamla danan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder