Fótbóltur

Fyrrverandi PSG-lærlingurin avgjørdi fyri Bayern

Bayern Munchen vann fult uppiborið Champions League, hóast PSG í kvøld hótti málið hjá Neuer nakrar ferðir.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-08-23 22:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Champions League 2019/2020 varð endaliga avgjørd í kvøld, og sigast má at tað besta liðið ígjøgnum kappingina vann og kundi lyfta steypið á Estadio de Luz í Lissabon. Bayern München vann allar dystirnar í bólkaspælinum, 7-1 samanlagt móti Chelsea í áttandapartsfinaluni, 8-2 á Barcelona í fjórðingsfinaluni á Barcelona og 3-0 á Lyon í hálvfinaluni. Alt hetta við ágangandi spæli; høgum trýsti og sera sannførandi álopsspælið. Samanlagt skoraði suðurtýska liðið 43 ferðir í kappingini í ár - Robert Lewandowski skoraði 15 av teimum.

Í kvøld var tað eitt mál í 2. hálvleiki, ið avgjørdi tað. Hetta hóast ein ferðmiklan og undirhaldandi 1. hálvleik, bæði liðini høvdu stórar møguleikar í: Lewandowski tvær góðar avslutningar fyri Bayern og serliga Mbappe burdu havt skorað fyri PSG. 

[object Object]

[object Object]
Mynd: EPA

Bayern kom betri út til 2. hálvleik, og beint áðrenn ein tími var leiktur, fluttu týsku meistararnir bóltin væl í høgru síðu. Joshua Kimmich legði bóltin væl inn stutt uttanfyri brotsteigin, týski høgri bakkurin hjá PSG, Thilio Kehrer, hevði tveir spælarar at dekka upp og kom at standa ímillum. Harvið kundi Kingsley Coman, ið var knýttur at PSG í tíggju ár, ótarnaður og standandi stútað bóltin framvið Keylor Navas, ið hevur tríggjar Champions League gullheiðursmerki. 

[object Object]

[object Object]
Mynd: EPA

Hesaferð gjørdist talan um eitt silvurheiðursmerki hjá málverjanum frá Kosta Rika. Í løtuni eftir málið varð PSG av álvara trýst, og Bayern var sera nær við at avgerða finaluna. PSG hótti tó eisini hinvegin, men tá tað á stóð, var Manuel Neuer har, sum hann skuldi vera. Tað var eisini aftasti skansin hjá Bayern, sum kundi lyfta steypið eftir dystin. 

[object Object]

[object Object]
Neuer spældi eina góða finalu, men tað var kollektivið hjá Bayern, ið sigraði (Mynd: EPA)

[object Object]

Hans-Dieter Flick, ið tók yvir í november, hevur vunnið HM sum hjálparvenjari hjá Löw, og hevur veruliga lyft Bayern (Mynd: EPA)

Hetta var sættu ferð, at Bayern Munchen vann Champions League. Liverpool hevur eisini seks ferðir sigrað í kappingini, men tað er langt upp til Real Madrid, ið hevur 13 Champions League-heiti. Bayern vann The Treble í ár, meðan Neymar og co kundu irða seg um enn eitt ár uttan evropeiskt steyp. PSG tapti í sínari fyrstu finalu, og spurningurin er, um liðið hjá Thomas Tuchel fær møguleikan aftur.

Champions League-finalan
Lissabon, 23.08
Bayern München - Paris Saint Germain 1-0 (0-0)
59' Kingsley Coman (Joshua Kimmich) 1-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder