
Tað var eitt gott evropeiskt kvøld fyri Víking á Tórsvølli í gjárkvøldið. Føroyameistararnir vístu, at teir eisini kunnu fáa úrslit hesum pallinum í 2025 og vunnu sær gott útgangsstøði til seinna dystin í 3. umfari í Conference League.
Sí eisini: Sølvi: - Sindur av hepni men vit søkja tað
UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 7. august á Tórsvølli
Víkingur - Linfield 2-1 (1-1)
3' Sjálvmál 1-0
9' Matthew Fitzpatrick 1-1
56' Ingi Jonhardsson 2-1
Víkingur (4-2-3-1): Hans Jákup Arngrímsson - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason - Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Ragnar Skála (66' Stefan Radosavljevic) - Jákup Johansen (66' Jørgen Nielsen)
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
Víkinga liðið (Mynd: Sverri Egholm)
Hoyr samrøðunar við Inga Jonhardsson og Hans Jákup Arngrímsson, sum Rúni á Reynatrøð gjørdi, her
Málverjin hevði ikki spælt nakran evropeiskan dyst áður. Dysturin móti Linfield í gjár var, sum vit skrivaðu um áðrenn, evropeiski elddópurin hjá Hans Jákupi Arngrímsson.
21-ára gamli gøtumaðurin avloysti fyrsta málverjan Bárð á Reynatrøð, sum av persónligum ávum ikki var tøkur.
- Kenslan er ekstremt góð. Eg skuldi fylla nakrar stórar skógvar hjá Bárði, men tað er partur av uppgávuni sum málverji: At altíð vera til reiðar, sigur Hans Jákup við FM1.
U21-landsliðsmálverjin, sum bert spældi sín annan dyst fyri besta lið barndómsfelagsins, viðurkennir, at hann kanska stóð heldur skeivt til málið hjá Linfield og tí ikki fekk fatur á bóltinum. Annars var hann fegin.
Hans Jákup í viðtalu við FM1 eftir dystin
Ungi málverjin gongur aftaná Atla Gregersen inn á Tórsvøll (Myndir: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá stríðssigrinum hjá Víkingi her
Tað var 13. evropeiski dystur hjá Inga Jonhardssyni og fyrsta málið hjá orkuríka vinstra bakkinum.
- Eg hoyrdi, at Sølvi skrálaði um at fáa bóltin(...) tíbetur fór skotið inn, tí annars hevði hann verið svakur, segði Ingi flennandi við FM1 eftir sigurin.
"Matchvinnarin" úr Leirvík er altíð góður fyri ein innsats, og Víkinga-verjan var serliga stinn eftir steðgin. Í gjár varð eitt høgrabeinsskot hjá Inga Jonhardsson av brotsteigarmarkinum avgerandi fyri sigrin.
Víkinga-fagnaður tíggju minuttir eftir steðgin, tá Ingi sló til fyri fyrstu ferð í Evropa (Myndir: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá stríðssigrinum hjá Víkingi her
- Har er harður dystur eftir, har vit noyðast at avrika eisini, sigur sigursmálsskjúttin.
Víkingur spælir seinna dystin í 3. umfari í Belfast hósdagin 14. august klokkan 19.45. Portalurin og FM vera við á túrinum.
Hoyr samrøðunar við Inga og Hans Jákup, sum Rúni á Reynatrøð gjørdi, her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald