Fótbóltur

Fyrsta fjórðingsfinalan verður skírisdag

StÍF vann í Kollafirði í dag, og VÍF basti Neistanum. Harvið hevur StÍF heimavølli móti Neistanum í FM-fjórðingsfinaluni hósdagin. KÍF og Team Klaksvík spæla í Kollafirði leygardagin. H71 er í hálvfinalunum. Hjá kvinnum er avgerandi dystir í Vági mikukvøldið.

Pætur Johansen var í hopla í Kollafirði í dag. Strandingurin skoraði 11 mál, tá StÍF tryggjaði sær fjórða plássið í grundspælinum og heimadyst hósdagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pætur Johansen var í hopla í Kollafirði í dag. Strandingurin skoraði 11 mál, tá StÍF tryggjaði sær fjórða plássið í grundspælinum og heimadyst hósdagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-04-02 21:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta umfar í grundspælinum í Burn-deildini var á skránni í dag. Greiða skuldi fáast á, hvør fekk 2. plássið, og hvør skuldi hava heimavølli í fyrstu fjórðingsfinaluni.

H71 greiddi sína skyldu við sigri á Team Klaksvík, ið annars royndi at hanga í allan vegin í Hoyvík. Liðið úr Klaksvík skal spæla fjórðingsfinalu ímóti KÍF, ið tapti á heimavølli fyri StÍF í dag. Pætur Johansen vísti veruliga vegin við 11 málum, nú Bjarni í Selvindi ikki var við. Liðið av vestara arminum av Skálafjørðinum var eina løtu á odda við níggju málum í Kollafirði.

Úrslitini merkja, at H71 yvirhálaði KÍF og tók annað hálvfinaluplássið. Av tí at VÍF, ið greitt vann grundspælið og harvið hevur rættin at umboða Føroyar í Evropa næsta ár, vann á Neistanum í høvuðsstaðnum, so yvirhálaði StÍF eisini Neistan. Harvið hevur StÍF heimavallarfyrimun í fjórðingsfinaluni móti Neistanum.

Hondbóltssamband Føroya hevur í kvøld staðfest, at hendan fjórðingsfinalan verður spæld skírisdag klokkan 16. Leygardagin spæla KÍF og Team Klaksvík. Í vikuni eftir páskir byrja hálvfinalurnar, og VÍF og H71 bíða at fáa mótstøðulið síni har at vita. Í hálvfinalunum verður spælt best av trimum.

[object Object]
- VÍF-menn eru greiðir vinnarar av grundspælinum og harvið deildarmeistarar og fingu teir tískil handaðan vinnaratallerkin eftir sigurin á Neistanum í dag. Deildarmeistarin er tryggjaður eitt av føroysku Europa Cup plássunum (Mynd og tekstur: HSF)

Burn-deildin
Seinasta umfar - í dag, sunnudagin 2. apríl

Neistin - VÍF 29-33 (14-14)

Sí dómaraseðil her

KÍF - StÍF 28-31(9-16)
Sí dómaraseðil her

H71 - Team Klaksvík 23-21 (14-10)
Sí dómaraseðil her

Endaliga støðan eftir 18 umfør
1. VÍF 30 stig (Hálvfinalupláss og evropeiskt pláss)
2. H71 23 stig (Hálvfinalupláss)
3. KÍF 20 stig
4. StÍF 19 stig
5. Neistin 17 stig
6. Team Klaksvík 15 stig
7. Kyndil 2 stig

VÍF skal spæla móti lægsta liðnum í hálvfinalunum - H71 fær tað av hinum sum endaði hægst í grundspælinum

Fjóðingsfinalur: 
Hósdagin 6/4 (Skírisdag) á Skála
16.00: StÍF - Neistin

Leygardagin 8/4 (Páskaaftan) í Kollafirði
????: KÍF - Team Klaksvík

Talan er um ein dyst - vinnarin fer víðari til hálvfinalurnar

Hjá kvinnum eru H71 og Kyndil beinleiðis víðari til hálvfinalurnar. Hoyvíkskvinnur vunnu greitt grundspælið og hava aftur vunnið sær rættin at spæla í evropeiskari kapping næsta vetur. 

Stjørnan skal taka ímóti VÍF í aðru fjórðingsfinaluni - dagfesting er ikki ásett - og Neistin spælir móti StÍF ella VB. Tað er vinnarin av dystunum millum hesi liðini í Vági mikukvøldið 5. apríl klokkan 20, ið avgerð, hvat lið skal royna at skaka Neistan í fjórðingsfinaluni.

Sí yvirlit á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder