Hondbóltur

Fyrsta FM-finalan byrjar klokkan 19 - FM1 sigur frá

Talan er um endurtøku av mansfinaluni í fjør og av steypafinaluni í februar. Hesaferð er H71 favorittur, og lagt verður fyri í Hoyvík. Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - eisini við bronsudystinum, sum verður á Skála klokkan 17.

Ovi Lützen og hinir í grønum skulu aftur stríðast við Helga Hildarson Hoydal og hinar hoyvíkingar um gull. Tað var ikki við mýkindum í fjør, har talan gjørdist um fimm finalur (Mynd: Sverri Egholm)

Ovi Lützen og hinir í grønum skulu aftur stríðast við Helga Hildarson Hoydal og hinar hoyvíkingar um gull. Tað var ikki við mýkindum í fjør, har talan gjørdist um fimm finalur (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-18 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist eitt langt og hart stríð um gullið, tá H71 og Kyndil hittust í FM-finalunum í Burn-deildini í fjør.

Fimm finalur skulu til, og tað var inntenst - og ofta ikki mjúkt spæl. At enda fóru teir í grønum avstað við FM-gullinum: Tí fyrsta á manssíðuni hjá Kyndli í 18 ár.

Myndir: Fyrsta FM-heitið í 18 ár

[object Object]
Stórur grønur fagnaður í sambandi við gullið í 2025. Kyndil hevur verið niðri á botni í deildini og vent (Mynd: Sverri Egholm)

Í fimtu og avgerandi finaluni var bert eitt mál á muni. Hinvegin var munurin stórur í steypafinaluni í februar, tá H71 partvíst lønti Kyndli FM-ósigurin.

Í Hoyvík verður tó ikki veruligt nøgdsemi aftur, fyrrenn menninir fáa føroyameistaraheitið í hús aftur. Hetta vann H71 í árunum 2022-2024, og í ár er tað ellintu ferð á rað, at mansliðið hjá H71 er í FM-finaluni.

Kyndil kann kanska spæla meira frítt, og tað var sannførandi í hálvfinalunum móti StÍF. Liðið hjá Hjalta Mohr Jacobsen hevur nakrar "spídseginleikar". So er spurningurin, hvør vinnur hetta slagið.

Spælt verður "best av fimm" ella "fyrst upp í trý" í FM-finalurøðunum. Hvør dystur skal avgerðast á degnum - tað vil siga, at longd leiktíð verður í kvøld, um tað stendur á jøvnum eftir 60 minuttir

Fyrsta FM-finalan í Burn-deildini byrjar klokkan 19 í Hoyvík. Tormóður Petursson Djurhuus sigur frá á FM1. 

Til ber at fylgja gongdini (livescore) ovast á Portalinum - eisini frá bronsudystinum millum StÍF og VÍF. Hann byrjar á Skála klokkan 17

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder