Annað

Fyrsta FM-finalan hjá monnum verður spæld í kvøld

SÍ hevur heimavøll á Giljanesi, tí høllin í Sørvági ikki er góðkend til finalur. Hetta kann vera ein fyrimunur fyri Mjølnir, sum sørvingar skulu royna at koppa av trónuni.

Mjølnir hevur vunnið tað mesta í mansflogbólti seinastu árini - seks FM á rað. Hesaferð vann liðið úr Klaksvík ikki grundspælið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Mjølnir hevur vunnið tað mesta í mansflogbólti seinastu árini - seks FM á rað. Hesaferð vann liðið úr Klaksvík ikki grundspælið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-03-19 09:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld, Mikukvøldið klokkan verður fyrsta FM-finalan millum SÍ og Mjølnir spæld í ítróttarhøllini á Giljanesi.

SÍ leigar høllina, har Dráttur vanliga spælir, tí lítla fimleikahøllin í Sørvági ikki er góðkend til finalur.

Fríggjakvøldið verður onnur finalan í Klaksvík. Hava liðini tá vunnið hvør sína finalu – sama hvat settmunurin er – verður ein triðja og avgerandi finala spæld á "heimavøllinum" hjá SÍ. Sørvingar hava vunnið sær fyrimunin, tí teir endaðu nummar eitt í grundspælinum.

Nýggjur - ella gamal - finaluleistur

Leisturin, sum spældur verður eftir, er broyttur, samanborið við. Síðani 2016, hevur meistaraheitið verið avgjørt við einum gullsetti upp í 15, um liðini høvdu vunnið hvør sína finalu.

Nú er leisturin nærri honum, sum brúktur var frá fyrstu finalunum í 2010, tá eisini varð spælt best av trimum dystum. Tey seks árini hendi tað tvær ferðir, at neyðugt varð við einari triðju finalu:

Í 2015, tá TB vann triðja finaludystin 3-0 á Drátti í kvinnudeildini, og so fyrstu ferð FM-finalur vórðu spældar í flogbólti í 2010, tá menninir hjá SÍ vunnu triðja finaludystin 3-0 á Mjølni, eftir at bæði liðini høvdu vunnið hvør sín dyst 3-2.

Spuriningurin er so, um líknandi spenningur verður aftur í ár.

- Við úrslitunum í ár í huga, so halda tey flestu, sum halda seg hava skil fyri flogbólti, at SÍ er favorittur at gerast føroyameistari hesa ferð, tí SÍ hevur vunnið tríggjar av teimum fýra dystunum teirra millum í landskappingini. Mjølnir vann tann eina dystin 3-2 í Klaksvík, men hinar tríggjar dystirnar vann SÍ 3-0.

Phil Freere úr Mjølni viðgekk eisini fyri 3-2 í Kringvarpinum, at SÍ væl og virðiliga hevði verið besta liðið í kappingini, men vísti kortini á, at í lítlu høllin í Sørvági fekk Mjølnir ikki nyttu úr góðu hoppservunum, liðið hevur, og at tær kundu fara at gera Mjølnir meira kappingarført í stóru høllini á Giljanesi.

Mjølnir hevur annars verið føroyameistari seinastu seks árini. Í fjør var um reppið, at meistaraheitið endaði í Sørvági, men Mjølnir vann gullsettið 15-9. So er spurningurin um SÍ hesa ferð megnar at koppa Mjølni av trónuni. SÍ hevur ikki verið føroyameistari síðan 2017.

FM-finalur 2025 í Polestar-deildini:

1. FM-finala: SÍ - Mjølnir
Mikudagin 19. mars kl. 19:00 á Giljanesi (í kvøld)

2. FM-finala: Mjølnir – SÍ
Fríggjadagin 21. mars kl. 19:30 í Badmintonhøllini í Klaksvík

Vinna liðini hvør sín dyst - sama hvat settmunurin er - verður triði og avgerandi finaludysturin spældur á Giljanesi. Dagfesting verður ásett seinni, upplýsir Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder