
Onnur steypakapping í estetiskum fimleiki verður í Badmintonhøllini í Klaksvík komandi leygardag, 22. februar.
Hetta verður fyrstu ferð í søguni, at ein estetisk fimleikakapping verður í Klaksvík. Tað boðar Føroya Fimleikafelag frá í dag, hósdagin 20. februar.
- Klaksvíkar Fimleikafelag hevur við hesum gjørt tað møguligt hjá okkum at hýsa trimum steypakappingum í ár. Hetta gleðast vit stórliga um.
21 lið eru tilmeldað kappingina, og afturat teimum kemur eitt fyrireikingarlið hjá Klaksvíkar Fimleikafelag at framføra sum gestalið.
Kappingin byrjar klokkan 12.45 við innmarsj og verður væntandi liðug umleið kl. 16.00. Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar, skrivar Føroya Fimleikafelag
- Í alt koma 5 pinkulið, 7 smágentulið, 5 gentulið, 1 unglingalið, 2 kvinnulið og eitt kvinnulið í short program at kappast og tey koma úr Fimleikafelagnum Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag
Kappingin verður stroymd á www.kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald