Í hesari EM-undankappingini hava Føroyar spælt fýra dystir og tapt allar. Málúrttøkan er 3-16. Eitt av málunum varð skorað í Ísrael 15. oktober í fjør, har Hugin Samuelsen minkaði um munin til 2-1.
Føroyar taptu 3-1 og hava ikki spælt síðani. Hugin Samuelsen er skaddur, og venjaraskifti er farið fram. Eli Hentze, ið hevur staðið á odda fyri liðnum higartil í undankappingini, og eisini í seinastu undankapping, er nú hjálparvenjari á A-landsliðnum. Í hansara stað er komin Sámal Erik Hentze. Havnarmaðurin, ið verður nevndur Bagge, hevur vunnið fýra FM-heiti við trimum ymiskum feløgum sum høvuðsvenjari, men hann hevur ikki staðið á odda fyri einum ungdómslandsliðið áður.
Nú er hevur hann sett sítt fyrsta U21-landslið. Hesir byrja í dag klokkan 17.00 á Svangaskarði:
Rói M. Hentze – Ari Olsen, Bjarni Petersen, Samuel J. Chukwudi, Hanus Sørensen – Pætur Petersen, Magnus H. Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen, Mads Mikkelsen – Jonn Johannesen.
Mynd: Bjarni Enghamar
Jákup Biskopstø Andreasen, Adrian Rúnasson Justinussen og Daniel Johansen eru á A-landsliðnum, og tað er Petur Knudsen, ið er størsti profilurin á hesum liðnum. Nógvir aðrir spennandi leikarar eru tó við - millum annað heilt ungu Jonn Johannessen (18) og Samuel Johansen Chukwudi (17) Teir hava havt eitt sera gott kappingarár í ávíkavist KÍ og HB. Jonn skoraði í Champions League-dystinum í Bern í farnu viku og byrjar í álopinum í kvøld
– Hetta er ein nýggj tíð og nýggjar avbjóðingar, og vit eru allir spentir at sleppa í gongd. Leikararnir eru tendraðir, og nú ræður tað um at halda fokus og disiplinina fyri at fáa eitt gott úrslit í kvøld, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Ísrael hevur ikki tapt enn - dysturin verður vístur
Ísrael hevur átta stig fyri fýra dystir og hevur harvið ikki tapt enn. Liðið hevur bert latið trý mál inn og spældi javnleik móti Spania á heimavølli í november í fjør. Tríggir av dystinum hava verið á heimavølli.
Dysturin kann síggjast beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum.
Vit verða á staðnum og hava myndir og dagføra frá dystinum. Aftaná taka vit samanum og gera samrøður
Fótbóltur
Fyrsta royndin hjá Sámal Eriki Hentze
Føroyar og Ísrael skulu stríðast um stigini á Svangaskarði. Útiliðið er greiður favorittur undan dystinum, men talan er um eitt spennandi føroyskt lið, har millum annað ein 17-ára gamal og ein 18-ára gamla byrja inni.
Bagge til úttøkuna seinasta mánadag (Mynd: Bjarni Enghamar)
2020-09-02 14:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald