Annað

Fyrsta Safari-uttandurakapping í ár

Tann fyrsta av fýra Safari-uttandurakappingunum í ár var í Havnardali í síðstu viku.

Klæmint T. Myllhamar og Dögun frá Kirkjufelli, Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni, og Ragnheiður Dam og Vaðall frá Dimmuborg

Klæmint T. Myllhamar og Dögun frá Kirkjufelli, Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni, og Ragnheiður Dam og Vaðall frá Dimmuborg

2025-04-27 22:45 Author image
Innsent
placeholder

Tann fyrsta av fýra Safari-uttandurakappingunum í ár var í Havnardali í síðstu viku. 

Ikki færri enn 45 pør høvdu meldað til í teimum seks ymisku greinunum, kappast var í. Fleiri reiðfólk luttóku tó á ymiskum rossum og nøkur pør luttóku í fleiri kappingum. Børn, ung og vaksin kappast fyri seg.

Kappast var í hesum greinunum:

T1, T2 og T7 – tølt
Hetta eru ymiskar tøltkappingar, har T1 er hægsti flokkur. Í T1 skal skjótt og spakuligt tølt skal vísast, umframt tølt við ferðøkingum, har riðið verður skjótt eftir langsíðunum og spakuligt eftir stuttsíðunum.

Í T2 skal spakuligt tølt vísast, síðani tølt við valfríari ferð og at enda tølt við sløkum teymum – tvs. at reiðfólkið skal klára at halda rossið í tølti uttan at hava teymsamband.

T7 er ein lættari flokkur, har spakuligt tølt og tølt við valfríari ferð skal vísast.

V1 og V5 – fjórðgongd
Her skulu fýra gonguløg vísast: Fet, trav, tølt og lop. Munurin á flokkunum er, at V1 er hægri flokkurin, og tá skal vísast bæði skjótt og spakuligt tølt, meðan í V5 skal bert valfrítt tølt vísast.

F1 – fimmgongd
Íslendsku rossini eru rættiliga serlig við tað, at flestu teirra hava fimm gonguløg: Fet, trav, tølt, lop og skeið. Í F1 skulu øll hesi gonguløgini vísast, og skeiðið er stuttligt at síggja, tá tað riggar. Rossið ferðast serliga skjótt við paralellum rørslum – og tað sær næstan út, sum tey flúgva, tá nógv ferð er á. Tað ber tó bert til at skeiða skjótt á beinum strekki, og av tí at banin er heldur stuttur, er bert pláss fyri at skeiða einar 60 m.

Leygardagin vóru so finalurnar á skránni – flott at síggja hesi vøkru og góðu rossini saman við reiðfólkunum vísa sítt besta. Tað er altíð spennandi til fyrstu uttandurakappingina at síggja, hvussu fólk og ross hava ment seg eftir ein langan vetur við nógvari venjing.

Úrslitini av kappingunum gjørdust:

T1
Nr. 1 Sólrun H. Poulsen og Rjóð frá Kjarri
Nr. 2 Knút Lützen og Stæll frá Skagaströnd
Nr. 3 Tóra Mørkøre og Völsungur frá Húsavík

T1 Ung
Nr. 1 Bjørg Láberg og Kóngur frá Tindsgarði
Nr. 2 Jason Debess Lützen og Prinsessa frá Tindsgarði
Nr. 3 Anna Thomsen og Leiknir frá Yzta-Bæli

T2
Nr. 1 Elma Laksáfoss og Hvinur frá Árbæjarhjálegu II
Nr. 2 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni
Nr. 3 Eva Albinsdóttir og Snæþór frá Austurkoti

T7
Nr. 1 Elisabeth Andreassen og Stefnir frá Typpafossi
Nr. 2 Barbara Carlsen og Blæfaxi fra Skannerup
Nr. 3 Sonja Skylv Petersen og Unnsteinn frá Sólvangi

T7 Børn
Nr. 1 Arnfríð Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 2 Simona Tornby og Helios fra Bøgegården
Nr. 3 Boas Nordendal og Hárekur frá Marknagili

V1
Nr. 1 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni
Nr. 2 Klæmint T. Myllhamar og Dögun frá Kirkjufelli
Nr. 3 Ragnheiður Dam og Vaðall frá Dimmuborg

V1 ung
Nr. 1 Ranja Hallsdóttir Djurhuus og Sirkill frá þorkelshóli 2
Nr. 2 Elma Laksáfoss og Hvinur frá Árbæjarhjálegu II
Nr. 3 Arnfríð Ólafsdóttir Dam og Ómur frá Brekknakoti

V5
Nr. 1 Dagny Maria B. Joensen og Kleópatra frá Kolsholti 3
Nr. 2 Elisabeth Andreassen og Júdas frá Efri-Miðbæ
Nr. 3 Lilja Nikaelsdóttir og Vestri frá Vestra-Fiflholti

V5 Børn
Nr. 1 Bjørg Nolsøe Mørk og Gylling frá Neðra-Seli
Nr. 2 Jóna Thomsen og Björk frá Hlemmiskeiði 3
Nr. 3 Simona Tornby og Kiljan frá Marknagili

F1
Nr. 1 Jógvan Elias Joensen og Gáta frá Viðinesi 1
Nr. 2 Bertha Maria Nordendal og Lómur frá Kvistum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder