Fótbóltur

Fyrsta tapið fyri Lettlandi nakrantíð

Heimaliðið legði væl betri fyri eftir steðgin og skoraði einsamalla málið í dystinum um 3. plássi í Baltic Cup. Føroyar endaðu aftast í venjingarkappingini við einum heldur øðrvísi liði.

Petur Knudsen skoraði einasta føroyska málið í venjingarkappingini - í 4-1 tapinum fyri Estlandi. Hann kom á vøllin í 2. hálvleiki og hevði tvær skotroyndir. Føroyar hava skorað í fýra av seinastu 14 dystunum - seinastu 15 mánaðirnar (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Petur Knudsen skoraði einasta føroyska málið í venjingarkappingini - í 4-1 tapinum fyri Estlandi. Hann kom á vøllin í 2. hálvleiki og hevði tvær skotroyndir. Føroyar hava skorað í fýra av seinastu 14 dystunum - seinastu 15 mánaðirnar (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2024-06-11 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrri hálvleikur var linligur. Føroyar vóru í løtum omaná, men vantaðu skerpni og røttu hugskotini fyri at gerast heilt vandamiklar. Okkara høvdu tó størsta møguleikan í opnum spæli. Hetta var, tá Føroyar vunnu bóltin á lettisku hálvuni, Hanus Sørensen síðani væl fann Pætur Petersen, ið royndi seg nakað úr høgru í brotsteignum. 

Stutt frammanundan hevði Jann Benjaminsen roynt seg úr uppaftur spískari vinkli, og eins og tá bjargaði lettiski málverjin. Tað gjørdi hann eisini, tá Adrian Justinussen hevði gott langskot beint fyri steðgin

Annars hendi ikki tað stóra. Føroyar høvdu nýggja miðverju og høgra bakk, og Jann, Gullbrandur Øregaard og Arnbjørn Svensson vóru við at halda Lettlandi frá vandamiklum støðum. Arnbjørn spældi sum heild væl í sínum fyrsta landsdysti frá byrjan - meðan yngri makkarin úr Sandnes Ulf hevði trupulleikar í spælinum við bóltinum og við at staðseta seg í ymsum støðum. Hetta var tó allarfyrsti A-landsdysturin hjá U21-landsliðsspælaranum.

Lettar omaná meginpartin av seinna hálvleiki - Bárður stórbjargaði

Føroyar spældu við sama sentrala miðvølli frá byrjan sum móti Estlandi: René Shaki Joensen sum tann mest verjukendi og Hanus Sørensen og Stefan Radosavljevic frammanfyri. Síðstnevndi kom ikki við nøkrum serligum frameftir saman við Adriani Justinussen og Klæminti Andrasson Olsen, nú allir fingu møguleikan frá byrjan.

Miðvøllurin misti tamahaldið á dystinum fyrstu løtuna eftir steðgin, tá Lettland spældi væl betri og skjótari, og Føroyar ikki høvdu nóg gott trýst á bóltin. Heimaliðið framdi nakrar broytingar á liðnum. Teir flestu á vøllinum í dag spæla í bestu deildini í Lettlandi, sum er styrkismett eitt pláss frammanfyri Betrideildina (styrkismetingin er bygt á evropeisk úrslit seinastu fimm árini)

Aðrir spæla tó í sterkari deildum. Liðskiparin spælir við Grashoppers í Sveis, og innskifti Andrejs Cigaņiks spælir í bestu pólsku deildini. Hann kom inn og gjørdi mun - í 49. minutti skoraði Cigaņiks einasta málið í dystinum. Hetta var eftir skjótt spæl í høgru, har bólturin varð lyftur innum Viljorm Davidsen. Sìðani varð skotið inn av baklinjuni, Bárður á Reynatrøð fekk líka hondina á, Gullbrandur Øregaard og Jann Benjaminsen vóru ikki heilt uppá pláss, og so varð 1-0.

Andrejs Cigaņiks skoraði eisini móti Bárði á Reynatrøð í 2022. Hetta var, tá hann spældi við slovakiska DAC Streda, ið vitjaði Víking á Tórsvølli í Conference League. Júst Bárður helt Føroyum í dystinum næstu løtuna: Serliga tá leirvíkingurin stórbjargaði stútara, sum kom úr stuttari fjarstøðu. Í hesari støðuni, og í nøkrum stutt eftir, var føroyski verjuparturin nærum um ein háls. Tað er helst ikki so løgið, tá nógvir verjuspælarar vanta, og skiftingar eisini vóru gjørdar, men her vantaði millum annað, at liðformaðurin Viljormur Davidsen tók ábyrgd.

[object Object]
Bárður á Reynatrøð stóð væl í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Høvdu støður móti endanum - lítlir glottar

Viljormur og René Shaki vóru sum so teir einastu í byrjanaruppstillingini, ið høvdu byrjað inni í einum kappingardysti, tá so at siga allir føroyingar vóru tøkir. -  Klæmint kann leggjast afturat, men hann hevur havt færri dystir frá byrjan seinastu tvey árini - Pætur Petersen og Hanus Sørensen byrjaðu inni í hvør sínum undankappingardysti í fjør.

Tríggir teir fremstu vórðu útskiftir tíðliga eftir steðgin, og Jóan Símun Edmundsson, Petur Knudsen og Meinhard Egilsson Olsen komu inn. Løtu seinnu komu Daniel Johansen og Noah Mneney á vøllin. Tá gjørdist føroyska spælið og úttrykkið nakað betri. Tó var tað framvegis ov ofta, at lettar komu ov lætt til støður, og at mistøk vóru í føroyska spælinum. Føroyar fingu meira fatur á bóltinum, men skuldu nú loysa Lettland upp.

Seinasta góðskan á seinasta triðinginum vantaði í 1. hálvleiki, og soleiðis var eisini her. Serliga var innleggsspælið - í mun til hvar innleggini endaðu, og partvíst eisini hvar renningar vóru og ikki vóru - ikki nóg gott. Bert Daniel Johansen rakti veruliga við hesum í dag. Thisted-bakkurin var eitt frískt lot, og hevði eitt lumpisligt langskot og nakrar góðar túrar og samspøl. Einaferð fann Daniel væl Petur Knudsen, sum setti seg í góða skotstøðu. Tað var tó heldur høgt og løtu seinni skeyt Petur í verjuspælara mitt fyri málið á brotsteigarmarkinum. Hann fekk bóltin í málið eftir hornaspark, men fríspark varð dømt fyri fríspark móti lettiska málverjanum í støðuni.

Lív var eisini í Meinhardi Egilsson seinastu løtuna, har hann við driblingum og øðrum vísti, at hann fer at gerast veruliga virðismikil aftur fyri landsliðið, tá hann kemur heilt upp á sítt toppstig aftur eftir drúgva skaðan. Føroyar fingu tó ikki heilt lagt síðsta trýstið; ov nógv vantaði í dag eisini.

Tvey tap varð úrtøkan í Baltic Cup, og í sætta dystinum millum A-landsliðini hjá Lettlandi og Føroyum eydnaðist loksins Lettlandi at basa Føroyum. Liðini hittast aftur í Nations League í heyst - fyrst í Riga 10. september.

Baltic Cup 2024 - venjingarkapping
Dystur um 3. plássið, í dag 11. juni
Lettland - Føroyar 1-0 (0-0)
49' Andrejs Cigaņiks 1-0

Føroyar: Bárður á Reynatrøð, Jann Julin Benjaminsen, Gullbrandur í Horni Øregaard, Arnbjørn Svensson, Viljormur Davidsen (L), Pætur Petersen, Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Stefan Radosavljevic, Adrian Rúnason Justinussen - Klæmint Andrasson Olsen.

Hesir komu inni í 2. hálvleiki: Meinhard Egilsson Olsen, Jóan Símun Edmundsson og Petur Knudsen (56'), Daniel Johansen og Noah Mneney (66), Patrik Johannesen (82')

Høvuðsvenjari: Håkan Ericson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder