Fyrsta umfari í millumumfarinum er nú farið í gongd. Liðini spæla fýra dystir hvør. tað er eina ferð ímóti hvørjum øðrum; bert tey bæði liðini í bólkinum ið hava spælt innahýsis dyst í bólkaspælinum hitta ikki hvønn annan.
Lagt verð í dag út í Eysturríki. Tríggir greiðir favorittar vóru, og teir sigraðu allir.
Spania vísti sína styrki og breidd móti Kekkia. Spaniólar revsaðu hart kekkar í kontraspælinum; m.a tá Kekkia fór at spæla sjey ímóti seks í 2. hálvleiki. Í 1. hálvleiki helt Thomas Mrvka, málverjin hjá Kekkia, teimum nøkulunda inni í dystinum, men tað gjørdist ongantíð heilt spennandi. Spania er ein av greiðu favrouttunum at vinna EM. Liðið verjir heitið frá 2018.
Tann mest spennandi dysturin á pappírinum var tann millum eysturríksku vertirnar og Kroatia. Bæði liðini høvdu tvey stig við sær frá millumumfarinum. Tað var ógvuliga góður stemningur í høllini, har ferð var á frá byrjan. Kroatiska 5-1 verjan við ágangandi Dunjak sum 1'órógvaði so mikið Eysturríki, at vertirnir bert fingu fimm mál fyrstu 25 minuttirnar. Kroatia spældi klókt og væl, og sigurin kom ongantíð í vanda í 2. hálvleiki.
Týskland hevur einki stig við sær víðari og hevur harvið so at siga ikki ráð til at missa nakað stig. Hvítarussland gav ikki týskarum, ið skoraðu 18 mál fyri steðgin, stórvegis trupulleikar í kvøld.
Millumumfarið:
Bólkur 1:
Spania - Kekkia 31-25 (14-9)
Kroatia - Eysturríki 27-23 (13-8)
Hvítarussland - Týskland
Kroatia 4
Spania 4
Eysturríki 2
Týskland 2
Kekkia 0
Hvítarussland 0
- Spæla aftur leygardagin
Bólkur 2:
Noreg 2
Slovenia 2
Ungarn 2
Ísland 0
Svøríki 0
Portugal 0
Í morgin:
15.00: Slovenia - Ísland
17.15: Noreg - Ungarn
19.30: Portugal - Svøríki
Dystirnir kunnu síggjast á kanalunum hjá TV2 og á Tv2 Play. Eisini ber til at stroyma dystirnar á ehftv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald