Fótbóltur

Fyrsti kvinnuligi dómari í einum Champions League-dysti hjá monnum

Stephanie Frappart úr Frakland skrivaði í gjárkvøldið søgu, tá hon leiddi dystin í Torino millum Juventus og Dynamo Kiev.

Frappart undir dystinum í gjár, har Alvaro Morata var ein av málskjúttunum (Mynd: EPA)

Frappart undir dystinum í gjár, har Alvaro Morata var ein av málskjúttunum (Mynd: EPA)

2020-12-03 18:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør dømdi hon Super Cup finaluna millum Liverpool og Chelsea, og gjørdist stutt áðrenn tað fyrsta kvinnan sum dømdi ein dyst í Ligue 1 - bestu mansdeildini í Fraklandi. Í oktober leiddi hon ein Europa League-dyst í Leicester, og í gjár skrivaði Stephanie Frappart aftur søgu: 36-ára gamli dómarin úr Fraklandi dømdi dystin millum Juventus og Dynamo Kiev í bólkaspælinum í Champions League. Tað hevur eingin kvinna gjørt fyrr.

Stephanie Frappart dømdi eisini HM-finaluna hjá kvinnum í fjør, og má metast at verða fremsti kvinnuligu dómarin í heiminum. 

[object Object]

[object Object]
Frappart heilsar uppá Andrea Pirlo, høvusvenjara hjá Juventus (Myndir: EPA)

Juventus vann dystin 3-0. Frappart gav trý gul kort. Eitt annað merkisvert við dystinum var, at Cristiano Ronaldo skoraði sítt mál nummar 750 í einum proefessionellum dysti. Harvið er áleyparin úr Portugal 17 mál aftanfyri Pele og 22 aftanfyri Romario sambært almennu hagtølunum. Tað er bert eysturíksk-kekkiski áleyparin Josef Bican, ið hevur fleiri enn nevndu brasliumenninir. Frá1928 til 1955 skoraði Bican 805 mál í alemnnum dystum, og 35-ára gamli Ronaldo stríðist fyri at koma frammum hann. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder