Skal føroyska kvinnulandsliðið gera sær vónir um at fáa stig ella mál í inniverandi undankapping til EM komandi ár, so skal tað nokk vera í teimum báðum komandi dystunum, sum verða spældir á Tórsvølli í Havn 18. september móti Norðurírlandi og 22. september móti Hvítarusslandi.
Rannvá Andreasen, sum síðan 2004 hevur verið ein dyggur stuðul og málskjútti hjá kvinnulandsliðnum er ein af fleiri, sum ikki vera við til komandi dystirnar. Tá Føroyar spældi javnleik 1-1 í einum venjingardysti á Tórsvølli beint áðrenn korona vendi øllu á høvdið, og skoraði útjavnandi málið móti endanum av dystinum, boðaði hon eisini frá, at hetta varð hennara seinasti dystur á føroyska landsliðnum.
Føroyar hava higartil spælt tríggjar landsdystir, og allir eru taptir við nógvum málum og uttan at Føroyar hava skorað.
Komandi mótstøðuliðini eru á pappírunum tey, sum liggja nærmast Føroyum í styrki, Hvítarussland liggur nummar 53 og Norðurírland liggur nummar 55 á styrkilistanum hjá Fifa. Føroyar eru nr. 86.
Men Norðurírland hevur í kappingini spælt tveir javnleikir móti Wales, sum liggur væl omanfyri, sum nummar 34 á styrkilistanum.
Føroyar hava ikki møtt Norðurírlandi enn, meðan fyrri dysturin móti Hvítarusslandi endaði heili 6-0 í Borisov, næststørsta býnum í Hvítarusslandi.
Hesar 22 kvinnurnar eru tiknar út til dystirnar.
Málverjar:
Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen, HB, Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ, og Olga Fríðunn Olsen, Frederiksberg Boldklub.
Verjuleikarar:
Elisabeth Vang, B36, Marita Jarnskor, ÍVB, Birita Ryan, KÍ, Unn Hvidbro, NSÍ, Sanna Svarvadal, KÍ og Sarita Maria Mittfoss, HB.
Miðvøllur:
Margunn Lindholm, NSÍ, Ásla Johannesen, FC Nordsjælland, Kára Djurhuus, HB, Julia Naomi Mortensen, HB, Olga Kristina Hansen, B36, Evy á Lakjuni, KÍ, Jensa Kannuberg Tórólvsdóttir, ÍVB, Jónvá Hentze, HB, Sara Samson Lamhauge, HB, Jacoba Langgaard, ÍVB, og Lea Símunardóttir Lisberg, EB/Streymur/Skála.
Framherjar:
Heidi Sevdal, NSÍ, og Hana Isaksen Højgaard, ÍVB.
Nakrir av leikarunum, sum vóru við móti Estlandi seinast eru ikki við hesaferð. Nevnast kunnu Eyðvør Klakkstein, Ansy Jakobsen, Lív Finnbogadóttir Poulsen.
John Petersen segði á tíðindafundinum, at tær 22, ið eru úttiknar eru tær, ið verða mettar at vera bestar til at klára uppgávurnar.
Fleiri, ið kundu verið tiknar hesaferð eru ikki, eitt nú vegna barnsburð, skaða ella tí tær sjálvar ikki meta seg at vera í form, segði landsliðsvenjarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald