Besta kvinnudeildin í hondbólti varð skotin í gongd síðsta vikuskiftið, og hesa vikuna hava fleiri dystir verið. Í dag leiktu VÍF og EB í Ítróttarhøllini í Vestmanna.
Tað sermerkta við hesum liðum er, at liðini undan kappingarbyrjan í fjør samstarvaðu um leikarar. Grundarlag var ikki fyri at manna lið í Vestmanna, og tí fóru leikarar at spæla við EB, sum royndi seg í bestu deildini fyri fyrstu ferð í 29 ár.
Hetta bleiv tó ongantíð veruliga til nakað, og vestmannakvinnur spældu við ymsum feløgum kappingarárið í fjør. Í ár er øðrvísi, tí nú ber til at manna lið úr Vestmanna, og í dag fingu tær sín fyrsta sigur við 29-24 sigri á EB.
Í gjár var Stjørnan á vitjan hjá VB í Vági og vann stórt, 38-24.
Hósdagin vórðu tveir dystir leiktir. Grannauppgerð var í Høllini á Hálsi, og hesaferð vóru tað tær grønu sum drógu longra stráðið og vunnu 25-22. H71-kvinnur sum síðsta kappingarár vunnu sítt fyrsta meistarahetið vóru á vitjan á Skála. Har var eingin ivi, og H71 vann 39-18 móti StÍF.
Úrslit seinastu dagarnar
VÍF - EB 29-24 (14-7)
VB - Stjørnan 24-38 (14-20)
StÍF - H71 18-39 (12-19)
Kyndil - Neistin 25-22 (8-10)
Støðan í SMS deildini
1. H71 4 stig
2. Stjørnan 4 stig
3. Kyndil 4 stig
4. Neistin 2 stig
5. VÍF 2 stig
6. VB 0 stig
7. EB 0 stig
8. StÍF 0 stig
Næstu dystir í SMS deildini
EB - VB (Leygardagin 24. september, 13:30)
StÍF - VÍF (Leygardagin 24. september, 14:00)
H71 - Neistin (Leygardagin 24. september, 18:00)
Stjørnan - Kyndil (Sunnudagin 25. september, 15:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald