Annað

Fyrsti vinnarin innan leirdúgvuskjóting 2022

Tann mest vinnandi trapskjúttin í Føroyum, Alex Johannesen vann kappingina í leirvík í gjár.

2022-02-13 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var fyrsta leirdúgvuskjótingin í 2022. Hon bleiv skotin á breytuni hjá Eysturskot í Leirvik. 

Pláss var fyri 12 skjúttum, sum bleiv sett sum hægsta mark, og tá tilmeldingin fór alment út gekk ikki lang tíð til øll plássini vóru tikin, og fleiri skjúttar blivu settir á bíðilista, skrivar Eysturskot í tíðindaskrivi.

Kappingin var skipað sum ein ”skjót út” kapping, har teir skjúttarnir blivu soldaðir frá sum raktu fægst dúgvur í hvørjum umfari. Spenningurin var øguligur ímillum skjúttarnar, tí kappingin gjørdist ógvuliga jøvn ímillum skjúttarnar hjá Eysturskot, sum eru ótrúliga sterkir í Trap skjóting.

Tað gjørdist mest vinnandi trapskjúttin í Føroyum, Alex Johannesen, sum vann kappingina beint frammanfyri Høgna G Jósleivsson.

Hetta var ein kapping, sum er ein upphiting til skjótiárið 2022. Eysturskot byrjaði at skjóta á síni breyt í mars 2021, og tilgongdin hevur verið sera sera góð.

Í apríl mánað fara skjúttar úr Eysturskot til Danmarkar á venjingarlegu fyri at styrkja seg enn meira innan leirdúgvuskjóting. Eysturskot fer eisini, sum tað fyrsta felagið í Føroyum, at bjóða Nordisk Trap sum ein møguleika til skjúttar.

Nordisk Trap er ein sera stór ítróttargrein í norðanlondum, og hevur Eysturskot eisini fingið fleiri fyrispurningar frá útlendingum um kappingar og bústað í nakrar dagar í Leirvík, og tað eru tey spent uppá, skrivar Eysturskot.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder