Annað

Fyrstu ferð føroyskur lyftari er við til Norðurlanda-meistarakapping

Maibritt Reynheim Petersen umboðar Føroyar í norðurlandameistarakappingini, sum er í Finnlandi hetta vikuskiftið – Hon byrjar at lyfta nú klokkan 15, og ber til at stroyma kappingina á YouTube.

(Mynd: Styrkisamband Føroya)

(Mynd: Styrkisamband Føroya)

2022-10-08 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er ein søguligur dagur í føroyskum ítrótti. Tað er nevniliga fyrstu ferð, at ein føroyskur vektlyftari er við í Norðurlandameistarakappingini í vektlyfting.

Talan er um Maibrit Reynheim Petersen, sum umboðar Føroyar í kappingini, sum verður hildin í Rovanemi í Finnlandi hetta vikuskiftið.

Kappingin kann stroymast á YouTube her. Maibritt byrjar at lyfta uml. klokkan 15.

– Hon er fyrsti føroyingur, ið luttekur til NM í vektlyfting, og so sleppur hon eisini at bera Merkið. Vit eru sera errin og stolt av henni, skrivar Styrkisamband Føroya.

Styrkisambandið skrivar eisini, at Føroyar vera vertir fyri hesa kapping í 2024, og verða Føroyar eisini vertir í 2026, tá kappingin er fyri ung.

Meira kunning um kappingina fæst her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder