Annað

Fyrstu liðini komin

Fleiri útlendsk fótbóltslið luttaka til altjóða fótbóltskappingina Intersport Summar Cup um vikuskiftið.

2018-07-05 08:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder
Í gjár var ein søguligur dagur fyri Intersport Summar Cup, tí klokkan 13:40 lendi umleið 35 gentur og dreingir úr Herfølge Boldklub, ið koma luttaka í Intersport Summar Cup. Hetta eru fyrstu útlendsku liðini, ið koma hendan at luttaka í altjóða fótbóltskappingini, ið B36 skipar fyri.
 
- U14 dreingirnir hjá okkum vitjaði í fjør í Klaksvík. Hesin túrurin var eitt frálíkt upplivilsi hjá dreinginum, tí valdi vit fegin finna eina kapping í Føroyum at luttaka í, sigur Flemming Andersen, ferðaleiðari hjá Herfølge Boldklub. Hann leggur aftrat, at orsøkin til, at Herfølge Boldklub hevur er slíkt tilknýti til Føroyar er sjálvsagt Jakup Mikkelsen, ið er ein legenda í teirra felag, har hann var við til at tryggja teimum DM í 2000.
 
 
U13 liðini hjá B36 og Herfølge Boldklub hava leikt vinardystir í Hoyvík i kvøld og her vann B36 allar tríggjar dysturnar. Tvey U13 dreingjalið og eitt U13 gentulið eru komin hendan vegin frá Herfølge Boldklub.
 
- Tað er fantastiskt, at útlensk lið ynskja koma hendan vegin og luttaka í okkara kapping, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari í stuttari viðmerking. Hann leggur aftrat, at eitt av málinum frá byrjan var at fáa útlendsk lið at luttaka.
 
 
Herfølge Boldklub er tó ikki einasta útlendska liðið, ið luttekur, tí í dag koma tvey U15 lið frá norska felagnum SK Haugar til Føroyar.
 
Intersport Summar Cup 2018 verður á skránni leygardagin og sunnudagin 7. og 8. juli 2018. Leikt verður bæði í Gundadali, Tórsvølli, Argjum og Hoyvík. Alt í alt er talan um 296 dystir.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder