Walisiski bóltsnillingurin, Gareth Bale, gevst nú sum yrkisfótbóltsleikari. Tað boðaði hann frá á Twitter í dag.
- Eftir gjølla at hava umhugsað meg, skal eg boða frá, at eg nú gevist við at spæla fótbólt, bæði á felags- og á landsliði.
Gareth Bale náddi at spæla 111 dystir og skjóta 40 mál fyri walisiska landsliðið. Seinasta uppgávan var at umboða Wales í HM kappingini í Katar í vetur. Wales spældi tríggjar innleiðandi dystir, har ein endaði javnt og tveir vórðu taptir. Wales kom sostat ikki víðari úr sínum bólki. Wales fekk eitt mál í kappingini, og tað var Gareth Bale, sum skoraði tað. Tað var upp á brotsspark í 1-1 dystinum móti USA.
Eftir at hava spælt ungdómsfótbólt heima í Cardiff, fekk Gareth Bale sum einans 10 ára gamal sáttmála við Southampton í Suðuronglandi. Hann náddi at spæla eitt kappingarári á besta liðnum hjá Southampton, áðrenn Tottenham fór av stað við honum.
Í Tottenham varð hann umskúlaður frá at vera bakkur til at vera vongur, og í 146 dystum fyri Tottenham í árunum 2007 til 2013, skoraði hann 42 mál.
Í 2013 varð hann seldur víðari til spanska stórfelagið Real Madrid fyri 720 milliónir krónur, sum var met fyri ein spælarahandil tá.
Við Real Madrid fekk hann glæsilig úrslit í álopinum saman við Cristiano Ronaldo og Karim Benzema og var við til at vinna Champions League.
Seinastu árini misti hann status á Real Madrid, og spældi eitt skifti í 2020/21 aftur við Tottenham upp á leigusáttmála.
Í seinastuni hevur hann umboðað amerikanska felagið Los Angeles FC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald