Í 1997 var hann her sum ungur spælari hjá Glasgow Rangers, sum í Champions League spældi móti GÍ. Gennaro Ivan Gattuso kom ikki á vøllin í 5-0 sigrinum hjá Rangers á Svangaskarði, men harðføri italiumaðurin spældi tíggju ár seinni fullan landsdyst á Tórsvølli. Tá komu italsku heimsmeistararnir í ávísar trupulleikar. Í regni og vindi skoraði Rógvi Jakobsen móti Gianluigi Buffon, og tað endaði 1-2.
Nú er Gattuso aftur – hesaferð sum høvuðsvenjari hjá Hajduk Split. Hann er nýggjur í starvinum eftir tíð í millum annað AC Milan, Napoli og Valencia, Í tí partinum av venjingini, sum miðlarnir sluppu at síggja í gjár, hoyrdist fyrrverandi miðvallargrevið hjá AC Milan og “Gli Azzuri” brøla í løtum, meðan hann koyrdi á sínar menn.
Undan venjingini var hann róligur og erligur í tíðindafundshølinum. Gennaro Gattuso staðfesti, at Emir Sahiti ikki slapp við til Føroyar vegna ósketni. Vongurin byrjaði inni í heimadystinum móti HB men varð møttur nakað seint til venjing ein dagin. Hetta gongur ikki og fær tí avleiðingar, staðfesti Gattuso.
Heimasíðan hjá sjálvum felagnum spurdi um umstøðurnar:
- Tað verður ein heilt annar dystur enn í Split: Øðrvísi umstøður við kaldari veðri og graslíki, heldur enn grasi. Men vit eru til reiðar til hetta, og skal tað ikki vera nøkur umbering.
Gennaro Gattuso aftur á Tórsvølli - sum í mun til í 2007 hevur graslíki nú. Hetta verða heilt aðrar umstøður fyri okkum, staðfestir fyrrverandi stórspælarin (Mynd: hajduk.hr)
Til tíðindafundin í trappustovuni á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyskur fótboltur hevur flutt seg - HB kann geva okkum trupulleikar
Portalurin bjóðaði Gennaro Gattuso væl afturkomnan til Føroya. Og italiumaðurin var eldhugaður, tá vit bóðu heimsmeistaran og Champions League-vinnaran greiða frá, hvussu hann sá føroyskan fótbólt
- Eg veit, at tað er trupult at spæla móti føroyskum liðum. Havi verið her tvær ferðir sjálvur, og havi sæð menningina seinastu 10-12 árini. Liðini gera tað sum heild betri í evropeisku kappingungunum og eisini landsliðið.
Talan er eisini um ein hugburð, sum Gattuso líkar. Hann hevur ávarað Hajduk-spælararnar um, hvat HB kann koma við, nú støðan er 2-0 til Hajduk eftir fyrra dystin:
- Talan er um lið og spælarar, sum renna nógv og arbeiða gróthart. Seinastu tjúgu minuttirnar í Kroatia var HB omaná fysisikt. Teir koma helst eisini við høgum trýsti í morgin og við einum hugburði, at man fer eftir tí: Havi tosað við liðið hjá mær um hetta seinastu fýra dagarnar: Vit skulu veruliga vera til reiðar.
- Eg veit, at tað er torført at spæla í Føroyum, sigur Hajduk-venjarin (Mynd: Sverri Egholm)
Høgni Berg, miðlaábyrgdari, hjá HB lurtar eftir mótsstøðuvenjaranum (Mynd: Sverri Egholm)
Ivan Rakitic spælir møguliga sín fyrsta dyst á Tórsvølli
Venjarin varð eisini spurdur um Ivan Rakitic, sum fyri stuttum hevur skift til Hajduk Split. Roynda kroatiska stjørnan er nú fyri fyrstu ferð í einum kroatiskum felagi - hann vaks upp í Sveis - og í Kroatia og millum nakrar føroyingar er spenningur um, hvørt fyrrverandi Barcelona-miðvallarin spælir í kvøld ella ikki.
- Vit fáa at síggja í morgin. Rakitic er væl fyri og fær møguliga sínar fyrstu minuttir fyri Hajduk Split, staðfestir venjarin, sum ikki vil avdúka um hann sparir fólk ella ikki
Ivan Rakitic var ikki í hópinum til fyrra dystin, sum Hajduk Split vann 2-0 á HB. Seinna Conference League-uppgerðin millum liðini verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 20.
Ivan Rakitic hevur vunnið Europa League við Sevilla, Champions League við Barcelona, spælt HM-finalu við Kroatia og nú hevur 36-ára gamli miðvallarin møguleika at fáa "debut" á Tórsvølli (Mynd: hajduk.hr)
Ivan Perisic til venjingina á Tórsvølli í gjár. Vinstri vongurin, sum eisini hevur spælt í HM-finalu, kom inn í fyrra dystinum móit HB (Mynd: hajduk.hr)
Sí eisini:
Myndir: HB til reiðar at royna at knógva kroatunum
Hanus og Sormani: - Kunnu og skulu spæla betri enn í Kroatia
Áki: Eitt mál so kunnu teir gerast nervøsir
UEFA Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Tórsvøllur, hósdagin 01.08
20.00: HB - Hajduk Split (0-2)
Atgongumerki kunnu keypast HER
Portalurin verður á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald