Enska premier league-felagið, Aston Villa, hevur í morgun gjørt avtalu við Steven Gerrard at vera nýggjur venjari í felagnum.
Gerrard, sum í 17 ár spældi við Liverpool FC, hevur síðan 2018 veri venjari í skotska felagnum Glasgow Rangers, sum hann førdi til meistaraheitið í fjør. Og liðið liggur klárt á odda í Scottish Premiership, nú Gerrard gevst, og flytir til Birmingham.
Aston Villa loysti í farna mánaði Steve Bruce úr starvinum, sum hann hevur røkt síðan 2016. Síðan hevur Dean Smith tikið sær av uppgávuni.
Tað hevur gingið striltið hjá Aston Villa í Premier League í ár. Liðið hevur í løtuni 10 stig fyri 11 dystir, og liggur 16. plássi beint oman fyri niðurflytingarstrikuna.
Premier League hevur í løtuni ein støðg, tí landsliðsfótbóltur er á skránni. Steven Gerrard fær sostatt góða tíð at seta fyrireika nýggja lið síð til næstu uppgávuna, sum er 20. november heima móti Brighton & Hove Albions.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald