2022-03-09 09:41
Avtalan millum enska Premier League og russisku stjónvarpsstøðina Okko Sport er steðgað. Orsøkin er russiska innrásin í Ukraina.
Okko Sport hevur annars goldið 6,2 milliónir bretsk pund (55,3 milliónir krónur) um árið fyri rættindini til at vísa Premier League-dystir.
Umframt hetta hevur Premier League avgjørt at lata eina millión pund (níggju milliónir krónur) til ein felagsskap, sum veitir neyðhjálp til fólk í Ukraina, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald