Besti spælari fyri august og nú eisini september. Tveir av slíkum heiðrum hava verið hetta kappingarárið hjá Grimsby - og Geza David Turi hevur vunnið teir báðar.
25-ára gamli gøtumaðurin hevði aftur frálík avrik fyri League Two-felagið, áðrenn hann fór við landsliðnum. Tá var Grimsby ósigrað.
Umframt at fjepparar felagsins hava kosið føroyingin til besta spælara fyri apríl, var heldur eingin ivi um, hvør skuldi hava "Goal of the month" hjá Grimsby.
Tað fekk nummar 15 fyri dreymahøggi móti Bristol Rovers, ið sæst niðanfyri. Síðani hevur Geza Turi eisini verið sannførandi fyri Føroyar og skorað eitt framúr mál móti Kasakstan: Eisini heilt upp í høgra málhorn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald