Hann var fimm ár, tá familjan flutti til Norðragøtu, í samband við at pápi hansara skuldi spæla við GÍ. Málverjin Geza Tamás Turi var GÍ og Víkingi ein góður aftasti skansi í ellivu ár, har hann vann steypakappingina fimm ferðir, vann FM í sínum síðsta ári og var við til at koma víðari í Evropa fleiri ferðir.
Seinastu árini hevur Geza, hin eldri, verið málmansvenjari hjá KÍ, har fleiri gullheiðursmerki eru komin í hús. Tá neyðugt var við einum málverji til oddadyst móti HB herfyri, fór 49-ára gamli málmansvenjarin í handskarnar og helt málið reint.
Meðan pápin hevur verið í KÍ, hevur "lítli Geza", ið hann ofta verður nevndur kring Sarpugerði, brotið ígjøgnum á besta liðnum hjá barndómsfelagnum. Geza David Turi varð kosin besti ungi spælari í Føroyum í 2021, vann steypakappingina við Víkingi í fjør og nærkast 100 dystum fyri besta liðið.
Geza hevur víst seg fram við millum annað høgum tekniskum førleikum, spælskili, renniorku og evninum at endurvinna bóltin fyri liðið. Hann nýtti alt hetta at syrgja fyri einum góðum máli móti B36 í Gundadali sunnudagin.
Stríðið at fáa passið kemur skjótt at enda
Um hugt verður eftir leikaralistanum hjá Víkingi á Faroe Soccer, so stendur eitt føroyskt flagg útifrá øllunum nøvnunum - uttan tí hjá Geza David Turi. Har er tað ungarska flaggið. Geza hevur gamaní ungarsk foreldur og er føddur í Ungarn, men hevur nú búð í Føroyum í yvir 17 ár, gingið í skúla her, Víkingur er hansara felag, og 21-ára gamli maðurin tosar flótandi føroyskt.
Hann ynskir eisini at fáa føroyskt pass, men tað at Geza ikki er føddur í Føroyum, umframt ein stirvin skipan í Danmark, hava sett kílar fyri hesum. Síðani hann gjørdist myndugur í 2019 (fylti 18 ár) eru royndir gjørdar at søkja um pass, men tað gongur striltið.
Nú er tó hol ígjøgnum. Geza Turi sigur við Portalin, at hann helst hevur eitt føroyskt pass í lummanum, áðrenn 2023 er av - um ikki so heilt víst tíðliga næsta ár.
- Tað er 90 prosent sikkurt, at eg fái tað í november. Pappírini hjá mær koma inn nu, so er bara at hopa eg komi á listan til næstu ferð, og at eg komi ígjøgnum. Um eg ikki fái passið í november, so fái eg tað 100 prosent sikkurt í mars 2024.
Hetta fegnast Geza um. Hann hevur eitt ynski um at á pappírinum gerast føroyingur og harvið eisini fáa møguleikan at umboða Føroyar í altjóða fótbólti. Hóast eyðsýndar gávur og hart arbeiði hevur ungi gøtumaðurin við ungarsku rótunum ikki verið tøkur fyri ungdómslandslið ella A-landsliðið.
Geza í steypafinaluni í fjør - hann fer helst at hava Tórsvøll sum eitt ein heimavøll í framtíðini
Og her ovast til høgru, á herðunum á liðfeløgunum, eftir sigurin á KÍ (Myndir: Sverri Egholm)
Hetta verður eftir øllum at døma skjótt, og tað hevði verið óvæntað um Håkan Ericson ikki las navnið á Geza David Turi upp, stutt eftir at miðvallarin hevur fingið føroyskt pass. Viðmerkjarar hava seinastu árini víst á hetta, og seinast segði Jákup Ósa í "Fótbóltsskýlinum" hjá FM1, at tað kann væntast, at Geza fær eina styttri tilgongd, enn aðrir ungir spælarar hava havt, í mun til at fáa nógva spælitíð á A-landsliðnum.
Geza Turi hevur eisini ætlanir um at spæla yrkisfótbólt, og tað kann væntast, at 21-ára gamli miðvallarin skjótt leitar sær út um landoddarnar. Meðan hann bíðar eftir passinum er hetta ikki gjørligt, tí so verður tilgongdin nullstillað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald