Fótbóltur

Geza og Grimsby fáa aftur Premier League-lið á vitjan

Brentford kom úr pottinum til uppgávuna í 4. umfari í Carabao Cup.

Geza David Turi fegnast eftir søguliga sigurin á Manchester United fyri lítlum mánaði síðani. Nú bíða fleiri stórar avbjóðingar (Mynd: Grimsby Town)

Geza David Turi fegnast eftir søguliga sigurin á Manchester United fyri lítlum mánaði síðani. Nú bíða fleiri stórar avbjóðingar (Mynd: Grimsby Town)

2025-09-25 15:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Geza David Turi og Grimsby eru í gongd við eitt sonevnt "Cup-run". Síðst í august slóu teir mæta Manchester United út eftir brotssparkskapping, og í 3. umfari fall Sheffield Wednesday úr næstbestu deildini.

Grimsby er í League Two, sum er fjórðbesta deildin, so gongdin í Carabao Cup er flott. Nú er greitt, at Geza møguliga aftur fær minuttir móti Premier League-liði.

Lutakastið í gjár háttaði seg soleiðis, at Grimsby og Brentford skulu spæla á Blundell Park í 4. umfari. 

Talan er um áttandapartsfinalurnar, og tær verða spældar í síðstu viku í oktober. Grumsby tekur ímóti Brentford 28. ella 29. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder