Fótbóltur

Gianluca Vialli er farin

Italiumaðurin er kendur sum ein frálíkur áleypari, og vann hann eisini fleiri steyp sum venjari. Vialli andaðist í London fyrrapartin, orsakað av krabbameini í brisinum.

Gianluca Vialli var ovastur í sendinevndini fyri italska A-landsliðið til EM-endaspælið í fjør. Her sæst hann á Wembley eftir finalusigurin á Onglandi (Mynd: EPA)

Gianluca Vialli var ovastur í sendinevndini fyri italska A-landsliðið til EM-endaspælið í fjør. Her sæst hann á Wembley eftir finalusigurin á Onglandi (Mynd: EPA)

2023-01-06 19:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltsheimurin syrgir í dag - serliga í Italia og Onglandi har Gianluca Vialli veruliga gjørdi vart við seg sum spælari, venjari og umboðsmaður. Hann boðaði í 2018 frá, at hann var komin fyri seg eftir eitt-ára stríð við krabbamein í brisinum - kertlinum sum búkrákin kemur úr - og Vialli varð staðfestur frískur í apríl 2020.

Tíverri kom krabbi í sama stað fyri beint yvir tveimum árum síðani. Síðani hevur italiumaðurin verið viðgjørdur á Royal Marsden Hospital í London, og tað var á tí sjúkrahúsinum, at Gianluca Vialli andaðist fyrrapartin, 58-ára gamal.

Vialli búði í London frá 1996, tá hann skifti til Chelsea. Saman við einum øðrum italskum ágangandi áleypara, Gianfranco Zola, var hann við til at broyta Chelsea og partvíst enskan fótbólt. Samanlagt vann Vialli seks steyp fyri London-felagið - fimm av teimum sum leikandi venjari. Talan var um tvær FA Cup, League Cup, Europea Cup fyri steypavinnarar, evropeisku Super Cup, umframt eina Community Shield.

[object Object]
Chelsea-spælararnir fegnast, tá Vialli lyftir steypið fyri steypavinnarar

[object Object]
Vialli saman við fyrrverandi Sampdoria-liðfelagnum Roberto Mancini - her undir teirra arbeiði saman fyri italska fótbóltssambandið (Myndir: EPA)

Bretski miðilin Sky Sports hevur savnað nógv dømi um, hvussu Vialli hevur verið heiðraður. Greitt er, at hann fer til jarðar í heimbýnum Cremona. 

Eftir at Gianluca Vialli hevði spælt fyri størsta liðið í heimbýnum í seks ár - sum ungdómsleikari og vaksnamannleikari - skifti hann til Sampdoria sum tjúgu ára gamal. Hetta var felagið, ið hann skoraði 145 mál fyri og umboðaði oftast, og eins og seinni í Juventus, vann Vialli Serie A og Coppa Italia (tríggjar ferðir) har. Í 1990 vann Sampdoria í UEFA Cup. Í Juventus fekk áleyparin gull í tveimum øðrum evropeiskum kappingum: Fyrst í UEFA Cup og so tað heilt stóra: Champions League í 1996. Hann spældi 145 ferðir við Juventus. 

Sum landsliðsspælari kom Vialli á liðið fyri bestu spælararnar í EM-endaspælinum í Týskalndi í 1988 og var við til at vinna HM-bronsu á heimavølli í 1990. Tvey ár seinni spældi hann seinasta A-landsdyst - bert 28-ára gamal. Gianluca Vialli og venjarin Arrigo Sacchi sótu ikki væl um sátt. Tó var Vialli við at vinna EM-gull í 2021 sum longdur partur av venjaratoyminum hjá fyrrverandi liðfelaganum Roberto Mancini. Hann var ovastur í sonenvdu sendinevndini fyri Gli Azzuri. Gullið kom til høldar í London.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder