Lukas Giessing verður framyvir at síggja HB-umhvørvinum í Gundadali. Havnar Bóltfelag boðar í dag frá, at sáttmáli er gjørdur við U21-landsliðsleikaran.
HB er ikki púra ókent fyri Giessing, tí hann er sonur Julian Hansen, sum spældi við besta liðnum hjá HB í 80’unum, og sum eisini í fleiri førum hevur verið venjari hjá teimum reyðu og svørtu.
Lukas Giessing royndi seg á Argjum í AB seinna part av kappingarárinum í 2019. Hann skoraði fimm mál fyri AB hetta árið.
(Mynd: HB)
21 ára gamli Lukas Giessing hevur áður eisini verið knýttur at FC Midtjylland og danska AB.
Fyrr í dag boðaðu greipuvinnararnir frá, at sáttmálin við frísparkssnillingin Adrian Justinussen er longdur til 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald