Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantson Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen - Andreas Lava Olsen, Klæmint Andrasson Olsen
Soleiðis hava Håkan Ericson og toymi valt at seta liðið til UEFA Nations League dystin móti Lettlandi. Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 17.
Til venjingina í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Áhugavert er, at tvær av teimum trimum broytingunum eru í verjuketuni. Gilli Rólantsson, ið ikki var við í farna mánaði orsakað av koronasmittuni og sum byraði á bonkinum móti Danmark, byrjar á høgra bakki. Hetta er plássið, ið tvøramaðurin var fyrsta vali á í 15 landsdystir ella so, og har Jóannes Kalsø Danielsen hevur spælt seinastu dystirnar. Í miðverjuni avloysir Odmar Færø liðfelagan í KÍ, Heina Vatnsdal. Annars hevði baktektan verið tann saman teir tríggir undanfarnu dystirnar.
Sí samrøðu við Gilla Rólantsson Sørensen sum vit gjørdu eftir venjing í gjár
Í álopinum kemur Klæmint Andrasson Olsen ikki óvæntað inn. Rituvíkingurin, sum ikki var við í Danmark, byrjar inni saman við Lava, sum hevur fingið afturval. Klæmint skoraði í báðum Nations League-dystinum í farna mánaði - nú kemur hann inn á liðið aftur fyri Patrik Johannesen.
Klæmint Andrasson Olsen skoraði, seinast Føroyar spælu á Tórsvølli - í 3-2 sigrinum á Malta (Mynd: Jens Kr. Vang)
Á bonkinum: Kristian Joensen, Tórður Thomsen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Heðin Hansen, Jóannes Kalsø Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Dan í Soylu, Gunnar Vatnhamar, Patrik Johannesen, Meinhard Egilsson Olsen og Jóan Símun Edmundsson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald