Norska fótbóltssambandið (NFF) hevur í dag avgjørt, at steypakappingin hjá monnum í ár verður av ongum.
- Málið hevur alltíðina verið at fingið gongd á allan fótbóltin. Tá myndugleikarnir ikki hava givið grønt ljós fyri venjingum og dystum hjá øllum, kann NM í 2020 ikki verða gjøgnumførd, tí at breiddarfeløgini ikki fáa luttikið. Eftir eina heildarmeting er niðurstøðan tíverri tann, at steypakappingin í 2020 er avlýst.
Hetta er fyrstu ferð síðani undir 2. Heimsbardaga, at neyðugt hevur verið at avlýst norsku steypakappingina, ið var fyri fyrstu ferð í 1902. Tað var frá 1941 til og við 1944, at kappingin ikki varð leikt orsakað av krígnum.
Fyrstu undandystirnir í NM vórðu leiktir síðst í februar, men korona støðgaði kappingini, ið síðani ikki er tikin uppaftur. Tað hevur verið eitt kjak í Noreg seinastu mánaðirnar, um breiddarfótbólturin skal sleppa í gongd ella ikki. Tað er bert fótbólturin í hægru deildunum, ið er tikin uppaftur, og tískil hava øll londini ikki møguleika at luttaka á nøkulunda jøvnum føti.
Harvið skulu Gilli Rólantsson (Brann Bergen), Ári Mohr Jónsson (Sandnes Ulf) og Rógvi Baldvinsson (Bryne) ikki í eldin í norsku steypakappingina. Teir tríggir føroyingarnir í norskum fótbólti spæla í hvør sínari deild
Kvinnurnar spæla sína steypakapping
Samstundis er greitt, at NM hjá kvinnum skal spælast. Dystarskráin er stytt, og tað eru færri feløg við enn hjá monnum, og tí er møguleiki at gjøgnumføra kappingina. Hetta fegnast Hege Jørgensen, dagligur leiðari i Toppfotball Kvinner um.
Finalan hjá kvinnum verður leikt á tjóðarleikvøllinum Ullevaal. Tað verður hon vanliga ikki
Kelda: nrk.no
Fótbóltur
Gilli, Ári og Rógvi sleppa ikki at spæla steypafótbólt í ár
Fyri fyrstu ferð síðani 1944 er steypakappingin hjá monnum í Noreg avlýst. Hetta kemst av, at øll liðini ikki hava møguleikan at verða við orsakað av koronastøðuni.
Gilli Rólantsson, her í EM-undankappingardysti fyri Føroyar á Ullevaal í november í fjør. Eingin mansfinala verður á norska tjóðarleikvøllinum í ár (Mynd: Sverri Egholm)
2020-09-10 16:08
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald