Fótbóltur

Gilli heldur fram í Noreg

28-ára gamli landsliðsleikarin varð í morgun avdúkaður sum Odds BK-leikari. Liðið endaði á 7. plássið í bestu norsku deildini í fjør og hevur gjørt tvey-ára sáttmála við tvøramannin.

Odds BK hevur í eina tíð hugt eftir Gilla Rólantssyni, og mett verður at hann hóskar heilt væl inn á liðið (Mynd: Sverri Egholm)

Odds BK hevur í eina tíð hugt eftir Gilla Rólantssyni, og mett verður at hann hóskar heilt væl inn á liðið (Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-10 10:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gilli Rólantsson Sørensen skal nú flyta úr Bergen til Skien. Eftir at sáttmálin við Brann Bergen fór úr gildi undan jólum hevur áhugi verið fyri føroyska landsliðsleikaranum - bæði úr Noreg og úr øðrum londum.

Odds BK, betri kent sum Odd og fyrr Odd Greenland, endaði á 7. plássi á Eliteserien í fjør. Hetta var trý pláss frammanfyri Brann, og Odds BK fekk sjey stig fleiri, enn liðið ið Gilli Rólantsson spældi á. Tvøramaðurin hevur spælt 97 dystir í bestu norsku deildini.

Les eisini: Gilli heldur møguliga fram í bestu norsku deildini

Seinastu tíðina hevur Odds roynt at fingið fatur á Gilla, og nú hava partarnir skrivað undir ein tvey-ára sáttmála. 28-ára gamli landsliðsleikarin varð í morgun avdúkaður sum Odds BK-leikari.

Á tíðindafundinum varð millum sagt, at Gilli Rólantsson hóskaði perfekt til Odds við sínum royndum, atletisku evnum og persónligheit, umframt at hann kann spæla á ymsum plássum. Avdúkað varð, at Odds BK hevði hugt nógv eftir Gilla seinasta árið. 

Gilli segði sjálvur, at hann hevði verið í Føroyum eina tíð og umhugsað seg, men at Odds tyktist sum tað rætta staðið at spæla fótbólt næstu árini. Nú gleðir hann seg bara at koma í gongd, og tað sleppur hann beinanvegin. Av tí at hann kemur úr Føroyum, umframt at hann sjálvur hevur havt koronu, so sleppur Gilli Rólantsson undan sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder