Fótbóltur

Gilli skoraði í Brann-sigri

Ognaði sigurin til trúgvu áskoðararnar eftir 3-1 sigurin á Strømsgodset í gjárkvøldið.

(Mynd: brann.no)

(Mynd: brann.no)

2018-11-05 07:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Áskoðararnir høvdu henda sigurin uppibornan. Tað var gott at kunna geva teimum trý mál og trý stig.

Soleiðis sigur føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson, eftir at Brann á heimavølli í Bergen í gjárkvøldið vann 3-1 á Strømsgodset.

Gilli skjeyt eitt av málunum hjá Brann. Til 3-0 nakað inn í annan hálvleik. Eftir dystin ognaði hann trúgvu áskoðarunum hjá Brann sigurin.

Brann kom á odda tíðliga í dystinum, men serliga í øðrum hálvleiki gekk spælið hjá teimum væl, og liðið kundi økja til 3-0 áðrenn Strømsgodset frá Drammen kundi minka um úrslitið, skrivar heimasíðan hjá Brann.

Gilli sigur soleiðis um málið.

- Tað var nakað av ruðuleika í verjuni hjá teimum, og eg slapp ígjøgnum og var einsamallur við málmanninum. Tað var kanska ikki tað vakrasta málið, men ein skal søkja møguleikan hvørja ferð hann býðst, annars koma eingi mál, sigur Gilli Rólantsson við brann.no.

Brann liggur á øðrum plássi í kappingini við 55 stigum, fimm færri enn Rosenborg, sum liggur á odda. Næsta sunnudag skal Brann spæla móti Kristiansund, sum liggur á fimta plássi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder