Fótbóltur

Glas frá einari lampu ávirkaði hjá føroysku dómarunum í Riga

Kári á Høvdanum varð noyddur at blása Europa League-dystin í Lettlandi í gjárkvøldið av. Hann varð tikin uppaftur tíðliga í morgun.

Kár á Høvdanum er nú fluttur ein bólk upp hjá UEFA og kann fáa dystir seinni í evropeisku kappingunum (Mynd: Sverri Egholm)

Kár á Høvdanum er nú fluttur ein bólk upp hjá UEFA og kann fáa dystir seinni í evropeisku kappingunum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-18 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað var okkurt galið við streyminum. Á onkran hátt kom ov nógvir streymur til stadion, so tann ein lampan undir takinum á leikvøllinum brast og glas datt niður. Tað var nakað av vindi, men ikki meir enn hvat vit eru von við í Føroyum. Tað var tó helst vindurin, ið gjørdi, at lampan brast.

Í gjárkvøldið bríkslaði 30-ára gamli Kári Jóhannesarson á Høvdanum Europa League dystin í 2. umfari millum FC Riga og Tre Fiori í gongd. Hjálpardómarar vóru Dan Højgaard og Andru Christiansen, og Petur Reinert helt skil á venjaranum og øðrum sum 4. dómari.

Tað vóru ikki leiktir meira enn sjey og ein hálvur minuttir, til neyðugt var at blása dystin av. Kári á Høvdanum greiðir Portalinum frá, at glas helt fram at detta niður. Talan var um eina helt serliga støðu, men talan var um ein trygdarspurningur, so mett var, at best var at støðga dystinum. 20 minuttir seinni setti Kári í gongd aftur, men beint yvir eitt korter seinni varð dysturin endaliga avblástur.

Her sæst glas detta niður úr einari av lampunum undir takinum - Twitter síðan hjá Riga FC

Tað var í hesum førinum heppið, at eingir áskoðarar vóru. Dysturin varð so tikin uppaftur longu klokkan átta í morgun, so at dysturin var liðugur áðrenn lutkastið o.s.fr. Neyðugt var hjá Kára á Høvdanum at leggja 20 minuttir afturat 1. hálvleiki, tí í gjár vórðu bert 25 minuttir leiktir. So varð hálvleikur, og so varð 2. hálvleikur. Har fekk FC Riga, ið hevði stóra leikliga yvirvág, einasta málið í dystinum. Tað kom við beinleiðis frísparki, beint áðrenn ein tími varð leiktur samanlagt.

Sum heild eru Kári og hinir føroysku dómararnir væl nøgdir við avrikið. Fimm gul kort vórðu givin til Tre Fiori, ið eisini fekk nógv gul kort í dystunum móti KÍ í fjør, har leikarar á liðnum hja´San Marino millum annað komu við eftirtakklingum og øðrum ónollum.

Kári, Dan Andru og Petur verða aftur í Føroyum í morgin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder