Fótbóltur

Gnabry sendi Bayern í finaluna

Týsku meistararnir bastu Lyon í einum undirhaldandi dysti. Í finaluni bíðar PSG.

Serge Gabry skyet tvey av málunum í 3-0 sigrinum. (Mynd: EPA)

Serge Gabry skyet tvey av málunum í 3-0 sigrinum. (Mynd: EPA)

2020-08-20 07:05 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Seinna hálvfinalan í Champions League varð leikt mikukvøldið. Eins og í dystinum týskvøldið hitti eitt týskt lið eitt frankst. Hesaferð var tað Lyon og Bayern München, sum hittust.

Talan var um ein undirhaldandi dyst við nógvum málmøguleikum til bæði liðini. Bayern royndi at stýra dystinum, meðan Lyon lúrdi uppá mótálop. Tað var Lyon sum hevði teir størstu møguleikarnir í byrjani av dystinum. Men tað var Bayern sum legði seg á odda tá 18 minuttir vóru leiktir. Tað var Serge Gnabry sum skoraði málið, eftir flott einmansavrik, har hann rak framvið fleiri leikarum áðrenn hann smekkaði bóltin í málhornið.

Eftir hetta sat Bayern á dystinum næstu løtuna. Tá 33 minuttir vóru leiktir, var Gnabry enn einaferð á blettinum. Hesaferð skuldi hann bert seta bóltin í tóma málið, eftir at Lewandowski hevði misnýtt ein stóran møguleika, har bólturin síðani datt fyri føturnar á Gnabry.

Lyon var eisini væl við í dystinum í seinna hálvleiki, har teir komu til fleiri stórar málmøguleikar, men neyvleikin frammanfyri málið manglaði.

Tríggjar minuttir fyri tíð staðfesti Robert Lewandowski sigurin tá hann stútaði bóltin í netið til 3-0 eftir fríspark úr høgru síðu.

Sostatt vera tað PSG og Bayern München, ið hittast í finaluni í Champions League, sum verður leikt í portugisiska høvuðsstaðnum Lissabon sunnukvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder