U17/19 landsliðið í badminton luttók um vikuskiftið í kapping í Ikast í Danmark og fekk fleiri heiðursmerki heim við.
Leikararnir spældu fleiri góðar, tættar og spennandi dystir, skrivar Badmintonsamband Føroya í tíðindaskrivi.
Byrjað varð tíðliga leygarmorgunin, og spælt varð allan dagin. A-rekkjan spældi allar sínar dystir leygardagin. Sunnudagin vóru so hálvfinalur og finalur á skránni í M-rekkjuni.
Tilsamans vunnu føroysku leikararnir fýra gull-, fýra silvur- og trý bronsubronsuheiðursmerki..
A-rekkjan
Einmansleikur kvinnur:
Silvur: Julianna í Heiðunum, HBF
Bronsa: Birna K. Jacobsen, HBF, og Eyð L. Debess, HBF
Tvímansleikur kvinnur:
Gull: Birna K. Jacobsen/Eyð L. Debess, HBF
Silvur: Elisa Christiansdóttir/Birita Weihe Thomassen, HBF
M-rekkjan
Einmansleikur menn:
Silvur: Christian Berg Petersen, HBF
Einmansleikur kvinnur:
Gull: Mia Thorkildshøj, HBF
Silvur: Sanna Thorkildshøj, HBF
Bronsa: Oddbjørg í Buð Justinussen, KBF
Tvímansleikur kvinnur:
Gull: Sanna Thorkildshøj/Mia Thorkildshøj, HBF
Blandaður tvímansleikur:
Gull: Mia Thorkildshøj/Asbjørn H. Olsen, HBF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald