Annað

Góð úrslit í Danmark á hvítusunnu

Føroyska oyggjaleikalandsliðið í landavegssúkkling var við í trimum kappingum í Jútlandi sum fyrireiking til oyggjaleikirnar.

Súsanna Skylv

Súsanna Skylv

2025-06-10 06:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir stóru at stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2025 endaði sunnudagin, vóru bestu føroysku súkklararnir longu á hvítusunnu aftur í kapping, hesaferð í Danmark.

Á føroyska landsliðnum í vegsúkkling eru í ár bert tríggir súkklarar. Ein kvinna og tveir menn. Súsanna Skylv skal umboða Føroyar á Orknoyggjum, og tað skulu Niklas Hallgren Niclassen og Pauli Poulsen eisini.

Gull og silvur til Skylv

Leygardagin kappaðust føroysku súkklararnir í Horsens. Kappingin byrjaði gott, tá tað bleiv til ein sigur til Føroyar. Súsanna Skylv vann kappingina í næststerkasta bólki hjá kvinnum.

Súsanna og hennara kappingarneytar skuldu koyra 90 kilometrar áðrenn vinnarin varð funnin. Tað var spennandi, og tað var tætt millum fremstu súkklararnar. Tað bleiv til ein endaspurt millum fimm kvinnur. Endaspurtin vann Súsanna.

Onnur kapping hjá føroysku landsliðssúkklarunum var í Hobro. Sunnudagin gekk aftur gott hjá Súsonnu. Hon vann silvur, tá hon kom á mál sentimetrar aftan fyri vinnaran.

Pauli fekk somuleiðis eitt gott úrslit í Hobro. Eisini her var tætt millum teir fremstu. Eitt stórt felt kappaðist um fremstu plássini.

- Tað endaði við einum langum spurti. Málið var í einari brekku, og spurturin var umleið 500 metrar. Aftan á góðar 200 metrar skuldu vit venda, og síðan halda fram teir seinastu umleið 350 metrarnar. Var fremst til tað bert manglaði góðar 70 metrar. Bólkurin nærkaðist, og tað endaði við, at eg bleiv yvirhálaður á strikuni, segði ein vælnøgdur Pauli eftir annaðplássið sunnudagin. 

[object Object]Pauli Poulsen endaï sum nummar trý í samlaðu kappingini

Aftur á sigurspallin

Annan hvítusunnudag megnaði Pauli aftur at vinna sær eitt pláss á sigurspallinum. Jútland var karmur um tær tríggjar kappingarnar, sum kallast Campione Pinse Cup 2025. Mádagin bleiv kappast í Randers.

Pauli gjørdist nummar tvey, og samanlagt bleiv tað til eitt 3. pláss.

- Aftur í dag var kenslan góð. Tað føldist gott hjá mær at sita í einum stórum bólki. Mánadagin koyrdu vit 72 kilometrar. Tíðliga í kappingini var eg við í einum útbroti. Vit arbeiddu væl saman, og vit fingu tí lagt rúm aftur til feltið. Her sótu millum annað teir súkklarar, ið lógu frammarlaga í samlaðu kappingini, segði ein vælnøgdur Pauli eftir tær tríggjar kappingarnar.

Góða úrslitið hjá Paula hevði við sær, at hann hann rykti ein bólk upp.

Minni gott gekk hjá Súsonnu í hesi kappingini. Eftir gull í fyrstu, og silvur í aðru etapu, mátti hon ein túr í asfaltið mánadagin. Súkklan fekk ein snudd, men til alla lukku ikki súkklarin. 

Landsliðsvenjarin nøgdur

Torkil Veyhe var væl nøgdur eftir kappingarnar á hvítusunnu. Torkil er settur landsliðsvenjari fram til 2027, tá oyggjaleikir verða í Føroyum.

Hann sigur soleiðis um avrikið:

- Eri væl nøgdur við úrslitini. Úrslitið er absolutt góðkent. Hetta er ein góð fyrireiking, nú tað stundar til oyggjaleikir. Tað sær út til at formurin hjá øllum er uppgangandi, sum er gott tekin, nú tað bert eru góðar fýra vikur til føroyski hópurin av álvara skal í eldin, segði Torkil eftir at triðja og seinasta kappingin var av.

Føroysku fjallasúkklararnir hava fyri kortum verið uttanlands og kappast. Tað eru Helgi Winther Olsen og Hilmar Hansen, ið skulu umboða Føroyar á Orknoyggjum.

Í næstum skulu føroysku triathletarnir eisini í eldin. Magni Hansen og Bergtór Thorsteinsson manna føroyska triathlonlandsliðið. Tað er um smáar tvær vikur, at Magni og Bergtór skulu av landinum at  kappast. Kappingin verður í Jels, og skulu føroysku atletarnir tá svimja 1 kilometur, súkkla 44 og síðan renna 10 kilometrar. Kappingin somuleiðis ein liður í fyrireikingunum til leikirnar á Orknoyggjum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder