Fótbóltur

Góða byrjanin hjá Andriasi og teimum heldur fram

Wisla Plock vann í dag óvæntað á útivølli móti Rakow. Andrias Edmundsson fekk aftur fulla spælitíð í 2-1 sigrinum í fremstu pólsku deildini, har uppflytararnir eru á 2. plássi.

Ein róligur og glaður Andrias Edmundsson undan dystinum móti Rakow (Mynd: Wisla Plock)

Ein róligur og glaður Andrias Edmundsson undan dystinum móti Rakow (Mynd: Wisla Plock)

2025-07-27 16:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Ekstraklasa og Andrias Edmundsson hevur framvegis bert roynt at vunnið í bestu pólsku deildini.

Aftur í dag spældi landsliðsprofilurin fullan dyst fyri Wisla Plock, sum var á útivølli.

Rakow Częstochowa, sum gjørdist meistari fyri tveimum árum síðani, var favorittur og legði seg eisini á odda eftir 18 minuttir. 

Wisla Plock brendi bortsspark í 38. minutti, men bert tríggjar minuttir seinni javnaði Iban Salvador.

Sigursmálið kom, tá tjúgu minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Síðani hildu Andrias og teir fast. Føroyingurin fekk gult kort í 89 men fult stigatal til uppflytararnar eftir tvey umfør.

[object Object]
Stórur fagnaður í Plock-leguni eftir útisigurin seinnapartin (Mynd: Wisla Plock)

24-ára gamli toftamaðurin er harvið fastur partur av einum liði, sum í løtuni er nummar tvey í bestu pólsku deilini.

Næsta uppgávan hjá Andriasi Edmundsson og teimum verður á heimavølli móti Piast fríggjakvøldið 1. august.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder