2019-02-23 16:21
Nú elvir gólvið aftur til trupulleikar í høllini á Hálsi. Steðgur er komin í mansfinaluna, tí ein partur av gólvinum við brotsteigin er loysnaður.
Dómararnir siga, at tað ikki verður spælt víðari til okkurt verður gjørt við gólvið.
Í løtuni er bíðistøða í Høllini á Hálsi.
Tað er eingin ivi um, at hetta er ógvuliga óheppið fyri finalurnar.
16:27: Spælið er farið í gongd aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald