– Vit klára at standa ímóti allan fyrra hálvleik og hava enntá tann størsta møguleikan fyri steðgin. Við tí í huga, so er kennist tað sum ov nógv, at dysturin endaði 3-0 til Slovakia
Hetta sigur Pauli Poulsen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum eftir fyrsta dystin hjá U17-gentunum í EM undankappingini í Slovakia.
Fyrri hálvleiur endaði málleysur, og hóast Slovakia lá framvið fleiri ferðir, so kundu Føroyar í roynd og veru tað sama verið á odda í hálvleikinum, skrivar fsf.fo.
Tíðliga í seinna hálvleiki fingu vertirinir hol á, og uppá góðar 20 minuttir megnaðu tær at skora heili tríggjar ferðir, soleiðis at Slovakia at enda vann dystin 3-0.
,– Vit vóru væl fyrireikaði og høvdu lagt eina ætlan fyri okkara verjuspæl og umstillingar, har vit vildu finna pláss, tá vit høvdu bóltin. Í stórum pørtum av dystinum megnaðu vit eisini at halda Slovakia frá málmøguleikum, men vit góvu teimum ov nógv hornaspørk. Tá vit fingu bóltin, var gott pláss at spæla, men vit megnaðu ikki nóg væl at varðveita bóltin, so tað kunnu vit taka við okkum at byggja víðari upp á, sigur Pauli Poulsen.
Føroysku genturnar hava nú nakrar dagar til at koma fyri og fyrireika seg til næsta dystin í undankappingini – hann verður hósdagin og er ímóti Ísrael.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald