Tað var toppur ímóti botni í bólki seks í EM-undankappingini fyri U21-landslið, tá Føroyar í kvøld tóku ímóti Spania, sum vann seinasta EM-endaspæli. Ósigraðu spaniólarnir høvdu undan dystinum á Tórsvølli skorað tíggju mál í seks dystum, og ikki allir av teimum bestu leikarunum í U21-aldri vóru við, til dømis Ansu Fati úr FC Barcelona.
Tó var greitt, at talan var um eitt sterkt lið, og Spania vísti í dag, at liðið kundi spæla skjótt og væl. Útiliðið hevði stóra leikliga yvirvág og eisini nakrar góðar royndir í 1. hálvleiki, men Rói Zachariassen, ið avloysti skadda Róa Mørk Hentze í málinum, hevði serliga tvær stórar bjargingar, og eitt skot rakti síðunetið. Føroyingarnir nýttu nógv orku uppá at verja men høvdu í løtum nakrar støður. Millum annað dribblaði Petur Knudsen, sum í dag var liðformaður, seg í góða skotstøðu stutt áðrenn hálvleik, og eitt horna var nær við at gerast heilt vandamikið.
Spaniólar komu væl út til 2. hálvleik - nú við sterkasta leikaranum í hópinum á vøllinum. Real Madrid keypti í fjør summar Brahim Diaz frá Manchester City fyri eitt virði á beint yvir 175 milliónir krónur. Nú er áleyparin leigaður út til AC Milan, og innskifti Diaz sló til eftir fimm minuttir - stutt áðrenn hevði Samuel Chukwudi bjargað einari roynd á mállinjuni. 1-0 málið kom, eftir at føroyingar ikki fingu ruddað heilt burtur, spaniólar vóru fyrstur, og so kom bólturin kom til Diaz. Spania fekk ikki av álvara kringsett føroyska brotsteigin og trýst eftir 2-0 málinum. Tað kom ikki fyrrenn móti endanum, tá Brahim Diaz aftur var til reiðar, tá tað varð heldur leyst hjá føroyingunum, og Milan-leikarin avsluttaði væl.
Føroyar royndu í hesari løtuni at fáa útjavnandi málið, og tað gjørdi liðið í 40 minuttir. Beinanvegin eftir málið gjørdist greitt, at føroyingarnir als ikki ætlaðu at leggja seg niður og bara royna at avmarka málið. Spaniólar fingu ymiskt at taka sær av í verjuparturin. Ungu føroysku leikarnir stríddust fyrimyndarliga væl, fingu flutt bóltin væl í løtum og komu til nakrar innleggstøður.
Størsti møguleikin varð, tá eitt horna frá vælleikandi Daniel Johansen endaði við "ping-pong" inni í málteignum við nærru stong, har fyrst Ólavur Niclassen og síðani Samuel vóru sera nær við at fáa skumpa bóltin í málið. Júst báðir miðverjarnir stóðu sterkt í myndini, tað gjørdi millum annað debutanturin Hjalti Kárason Djurhuus á miðvøllinum eisini. Samanlagt var tað tó eitt flott liðavrik. Liðið hjá Sámal Erik Hentze var vælskipað og gjørdi tað trupult fyri spaniólar. Hetta var fyrsti dystur millum Føroyar og Spania á U21-støði. Komandi dystur hjá ungu føroysku monnunu verður á Svangaskarði týskvøldið klokkan 17, tá Montenegro, ið er beint frammanfyri Føroyar á stigatalvuni, vitjar.
EM-undankapping, bólkur 6
Tórsvøllur, 08.10
Føroyar - Spania 0-2 (0-0)
51' Brahim Diaz 0-1
90' Brahim Diaz 0-2
1. Spania 19 stig
2. Nourðurmakedónia 13 stig
3. Ísrael 11 stig
4. Kasakstan 10 stig *
5. Montenegro 7 stig *
6. Føroyar
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald