Tórshavnar kommuna tekur nú neyðugu stigini, so øll fótbóltslið í kommununi kunnu sparka á nýggja graslíkinum á ovara vølli. Málið hevur skund, sigur kommunan.
Tað var í gjár, at in.fo skrivaði um, at venjararnir hjá bestu mansliðunum hjá HB og B36 høvdu gjørt greitt, at teirra lið ikki fóru at spæla dystir á vøllinum. Hetta orsakað av, at bólturin ferðast óvanligt.
Veitarin fer alt fyri eitt at syrgja fyri, at vøllurin lýkur øll krøv. Samskifti hevur verið við veitaran í dag, og hann fer beinanvegin at seta arbeiðið ígongd, so vøllurin verður góður og lýkur krøvini hjá venjarum, leikarum og myndugleikunum, sigur Tórshavnar kommuna.
Kommunan kunnar støðugt feløgini um gongdina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald