
Evropeiska luttøkan hjá føroysku liðunum endaði hóskvøldið. Eftir 16 dystir tilsamans í summar eru B36, Víkingur, KÍ og NSÍ nú øll úti. Harvið er aftur fult fokus á Betri-deildina, har fýra dystir eru á skránni í dag.
Hjá HB peikar pílurin avgjørt móti Evropa. Oddaliðið hevur 40 stig, og er í løtuni í harðari kapping við KÍ. Oddadysturin á Summar Festivalinum er líka runt um hornið; fyrst hava bæði liðini heimavøll í dag og eru stórfavorittar. HB skal reisa seg, meðan KÍ skal byggja uppá góðu gongdina við seks sigrum á rað.
Skála vitjar í Gundadali. Bæði liðini koma frá ósigrum; HB frá sínum fyrsta síðani fyrsta umfar. NSÍ oyðilegði Ólavsøkuna hjá oddaliðnum, og Skála tapti í Klaksvík móti kappingarneytanum hjá HB. Brynjar Hlödvarsson hevur leikbann til dystin í dag.
Við Djúpumýru tekur KÍ móti botnliðnum í Betri-deildini. 07 Vestur spælir sín fyrsta dyst eftir summarsteðgin, og tað eru nakrar broytingar í hópinum har vesturi. Tað skal eisini broyting til, um vágamenn skulu halda seg i deildini. Hjá KÍ hevur Jákup B. Andreasen leikbann, meðan loyvini hjá kroatiska verjuleikarabum, Predrag Pocuca nú eru komin uppá pláss.
Í Eysturoynni skulu NSÍ og Víkingur vinna sínar heimadystir í stríðnum um Evropa-pláss. EB/Streymur er á vitjan í Runavík, meðan AB er í Sarpugerði. Har er tað eitt lið, ið júst kemur frá evropeiskum dysti móti einum liðið í sera ringari gongd. NSÍ kemur frá einum frálíkum dysti í Gundadali í Ólavsøku; EB/Streymur er í løtuni í ongamannalandið.
Í morgin spæla TB/FCS/Royn og B36 í Trongisvági.
Allir dystirnir í dag hava greiðar favorittar á heimavølli, og allir dystirnir byrja klokkan 15.00:
HB – Skála
KÍ – 07 Vestur
Víkingur – AB
NSÍ – EB/Streymur
Støðan undan umfarinum:
HB 40
KÍ 38
NSÍ 30
Víkingur 29
B36 28
Skála 18
EB/Streymur 17
TB/FCS/Royn 14
AB 8
07 Vestur 4
*B36 og 07 Vestur hava ein dyst færri enn hini liðini
Til ber at fylgja við gongdini á forsíðuni á Portalinum, og vit hava samanumtøku eftir seinasta bríksl kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald