FSF: HB gjørdi av álvara slætt borð fríggjakvøldið, tá steypafinalurnar fyri U13 Dreingir og U18 Gentur vórðu spældar á Tórsvølli.
Í finaluni hjá dreingjunum var motstøðuliðið KÍ, og longu tá liðini fóru til hálvleik var teimum flestu greitt, at HB fór at vinna. Støðan í steðginum var nevniliga 6-0 til teir reyð-svørtu. Fleiri mál komu ikki, og tí endaði steypið í HB-húsinum.
Málskjúttarnir vóru Silas B. Joensen, Mortan Eyðunarson, Dánial Thuy Mørkøre, Jógvan í Skála og Dávid Reynheim, ið skoraði tvær ferðir.
Í finaluni um Mótasteypið, ið er steypakappingin fyri U18 Gentur, gjørdist úrslitið 4-1 til HB móti Víkingi. Í hálvleikinum stóð 2-0 á máltalvuni.
Málskjúttar hjá HB vóru Lea Tórarenni Johannesen, Astrid P. Mittfoss, Katrin Hansen og Maria Dahl Eystberg. Málið hjá Víkingi skoraði Eydna Olsen Dalheim.
Leygardagin 2. oktober eru aftur tvær finalur á skránni. Klokkan 10:30 spæla U13-genturnar hjá KÍ og NSÍ, og klokkan 12:00 verður finalan um Eilif Arge steypið, ið er steypakappingin fyri U15 Gentur, millum HB og FC Hoyvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald