Greipuvinnarin frá í fjør, HB og silvurvinnarin í landskappingini, NSÍ, brustu seinnapartin saman í stórsteypadysti á Tórsølli.
NSÍ fekk hol á, tá 26 minuttir vóru leiktir við máli frá málrevinum Klæminti A. Olsen, men síðani átti HB restina. Tað gingu bara fýra minuttir so hevði nýggi maðurin í HB, Michal Przybylski javnað til 1-1, og tveir minuttir seinni legði Hilmar Leon Jakobsen HB á odda 2-1.
Klæmint A. Olsen til 1-0 til NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Tveir minuttir seinni í hinum endanum javnar Michal Przybylski til 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)
Í øðrum hálvleiki økti Michal Przyylski um leiðsluna hjá HB og staðfesti at eitt sterkt HB-lið aftur í ár uttan iva fer at vera við, har sum tað er stuttligt at vera.
Úrslitið gjørdist 3-1 til teir reyðu og svørtu og HB hevur tryggjað sær sítt fyrsta steyp í ár.
Nýggi venjarin hjá HB, Jonas Dal Andersen (Mynd: Sverri Egholm)
Landskappingin hjá monnum byrjar næsta vikuskiftið, og júst HB og NSÍ spæla aftur ímóti hvørjum øðrum sunnudagin.
Kvinnurnar spæla stórsteypadyst 13. mars, og tá verða tað KÍ og NSÍ sum hittast. KÍ-kvinnurnar vunnu greipuna í fjør, meðan NSÍ endaði á øðrum plássi í bæði lands- og steypakappingini.
HB - NSÍ (3-1)
26' Klæmint A. Olsen 0-1
30' Michal Przybylski 1-1
32' Hilmar Leon Jakobsen 2-1
62' Michal Przybylski 3-1
Fyrsta umfar í Betri deildini menn
Leygardagin 6. mars
EB/Streymur - ÍF
Sunnudagin 7. mars
07 Vestur - B36
B68 - KÍ
HB - NSÍ
Víkingur - TB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald