FSF: Við einum máli í hvørjum hálvleiki, fór Grikkaland av Tórsvølli týsdagin við einum 2-0 sigri í viðførinum. Fyrra málið kom eftir 13 minuttir, og tá góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla, varð sigurin staðfestur.
Grikkar sótu á tí mesta, og tær komu eisini fram til fleiri góðar støður. Hinvegin høvdu okkara trupult við at skapa teir heilt stóru málkjansirnar, og sigurin hjá Grikkalandi má tí sigast at vera uppiborin.
(Mynd: Sverri Egholm)
Eftir fýra umfør í bólki C3 í undankappingini til EM 2025, eru Grikkaland og Montenegro fremst við 10 stigum í part. Føroyar hava 3 stig, meðan Andorra er aftast við ongum stigi.
(Mynd: Sverri Egholm)
Fríggjadagin 12. juli fara liðini á vøllin aftur. Á Tórsvølli taka Føroyar ímóti Montenegro, meðan Grikkaland fær vitjan av Andorra. Síðsta umfar í bólkinum verður spælt týsdagin 16. juli. Tá spæla Montenegro og Grikkaland, og Andorra og Føroyar.
Sí eisini: Myndir: 2-0 tap fyri Grikkalandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald