2023-09-02 20:51
(Upptøka: Jógvan Kristiansson Glerfoss)
Aftur heiðursmerki til føroyskan frælsan ítrótt. Jónas Isaksen og Eiri Jógvansson Glerfoss runnu í dag til danska ungdómsmeistaraskapið.
Og tað gekk væl í 100 metrum í dag. Ógvuliga væl. Tí við tíðini 10,23 sekund var Jónas Isaksen fyrstur á mál, og næstur á mál var Eiri Jógvansson Glerfoss við tíðini 10,38 sekundum.
Vindurin var ov nógvur til, at hetta telur við sum met, men hetta eru nógv tær skjótastu tíðirnar nakrantíð.
Carl Bruce Aabo kom á mál sum nummar trý við tíðini 10,46 sekund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald